Hallur og KR leiktu javnt í grannauppgerð

KR er í ongamannalandi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Tað hevur verið eitt misjavnt kappingarár hjá søguríkasta fótbóltsfelagnum í Íslandi, KR sum hevur Hall Hansson á liðnum.

 

Ígjár leikti KR javnleik 1-1 móti øðrum reykjavíkarliði, Fram á heimavølli. Fram kom á odda beint undan steðginum. Ægir Jarl Jónasson javnaði fyri KR beint eftir steðgin.

 

KR er nummar sjey í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Teir hava 11 stig upp til Víking, ið liggur á øðrum plássinum sum gevur evropeiskan fótbólt komandi ár, og teir hava níggju stig niður til niðurflytingarstrikuna.

 

Tað sum kann bjarga árinum hjá KR er, at teir vinna steypakappingina. 11. august spælir KR fjórðingsfinalu móti Víkingi á útivølli.

 

Komandi mánakvøld tekur KR móti Vali á heimavølli. 

 

Støðan:

 

NrLiðDystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik13111138:1434
2Víkingur R.1391331:1828
3KA1373325:1624
4Stjarnan1365224:1723
5Valur1362522:2120
6Keflavík1352624:2317
7KR1345417:2017
8Fram1335522:3014
9FH1324716:2310
10Leiknir R.1324711:2210
11ÍBV1315715:268
12Akranes1315713:288