Hallur vann - Gunnar og Kaj Leo taptu

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir taptu uppá eitt brotsspark dømt í 90. minutti

Trý føroyingalið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini vóru í leiki í kvøld. 

 

Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR vunnu ein kærkomnan 2-1 sigur á ÍBV á Heimey í kvøld. Øll málini komu í fyrra hálvleiki.

 

ÍBV 1 - 2 KR

 

 0-1 Ægir Jarl Jónasson ('3)

 

 1-1 Kristinn Jónsson ('29, sjálvmál)

 

 1-2 Kennie Chopart ('42)

 

Gunnar Nielsen hevði sambært Morgunblaðnum væl av góðum bjargingum tá lið hansara FH vitjaði KA á útivølli. Gunnar kundi tó ikki forða einum 1-0 sigri til KA, ið fekk tillutað eitt brotsspark heilt móti dystarenda. Nökkvi Þeyr Þórisson setti brotssparkið í netið, og so mátti FH ferðast suður aftur av Norðurlandinum við ongum stigi. 

 

KA 1 - 0 FH

 

 1-0 Nökkvi Þeyr Þórisson ('93, brotsspark)

 

Kaj Leo í Bartalsstovu og hinir hjá Akranesi vóru fyri 0-4 stórtapi móti Vali á útivølli, ið hevur gamla HB-venjaran, Heimir Guðjónsson sum høvuðsvenjara. Valur legði seg á odda beint undan steðginum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Valur trý mál innanfyri 10 minuttir.

 

Valur 4 - 0 Akranes

 

 1-0 Patrick Pedersen ('44)

 

 2-0 Tryggvi Hrafn Haraldsson ('62)

 

 3-0 Guðmundur Andri Tryggvason ('65)

 

 4-0 Tryggvi Hrafn Haraldsson ('72)

 

Í annaðkvøld klokkan 20.15 tekur fjórða føroyingaliðið í deildini, Keflavík hjá Patriki Johannesen móti Leiknir á heimavølli.

 

Støðan: 

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik550016:415
2Valur541011:413
3KA54108:213
4Stjarnan522113:108
5KR52127:57
6Víkingur Reykjavík521210:107
7Akranes51227:125
8FH51137:104
9Leiknir R.40221:52
10ÍBV50236:112
11Fram40225:102
12Keflavík50147:151