”Halt kjaft, hann syngur væl - hvør tramin er hann?”

Legendariskur ummælari gevur sangara úr Funningsfirði ordans herðaklapp

Rocktónleikarar í Danmark eru altíð spentir at vita, hvat tiltikni ummælarin Steffen Jungersen, ið starvast fyri blaðið BT, heldur um teirra útgávu. Hann kann verða eirindaleysur í sínum kritikki, og eitt spark í afturpartin frá Jungersen kennist veruliga sum eitt spark í afturpartin!
Hinvegin kann eisini verða mjúkur sum ein spælisjúk ketta, um honum dámar eina útgávu.
Nú um dagarnar skrivaði Steffen Jungersen ummæli av nýggju útgávuni hjá rockbólkinum Fate, har Dagfinn Joensen úr Funningsfirði er sangari. Fløgan, sum kallast If Not For The Devil, kom út í farna mánaði og er onnur útgávan hjá Fate við Dagfinni sum sangara.
Fate er danskur rockbólkur, sum gav fleiri plátur út í 1980’unum og sum hittaði við sanginum Lovers. Bólkurin hevði steðg í meira enn 10 ár frá 1993, men síðani 2004 hava teir aftur verið virknir við bæði framførslum og útgávum. Seinastu árini hevur Dagfinn Joensen úr Funningsfirði verið sangari í bólkinum.
Fate gjørdi í summar upptøkurnar til nýggja fløgu. Jacob Hansen, sum er virdur framleiðari av rocktónleiki, tók upp og ljóðblandaði. 12 sangir eru á útgávuni.

Jungersen um Dagfinn
Dagfinn Joensen og hinir í bólkinum kunnu fegnast um, at í øllum førum tann bersøgni Jungersen dámar teirra fløgu. Honum dámar so væl tónleikin, at hann gevur útgávuni fimm av seks møguligum stjørnum. Og tað er stórt í hansara verð!
Jungersen sigur seg sita eftir við einum væl nøgdum smíli, tá ið hann hevur hoyrt FATE fløguna. Hann heldur, at bólkurin skrivar góðar sangir og spælir við orku og yvirskoti. Og hóast hann staðfestir, at FATE spælir popputan rock, so er tað í lagi, tá ið mann dugir tað og ger tað ordiligt.
Jungersen heldur, at If Not For The Devil hevur altjóða støði, og fleiri av sangunum hava veruligt hittpotentiali – millum annað sangurin Feel Like Making Love, sum Rás2 hevur spælt nógv seinastu vikurnar.
Tónleikararnir í FATE fáa góð skoðsmál fyri síni avrik, og tá Jungesen kemur til føroyska sangaran, sparir hann ikki upp á rósurnar.
- Dagfinn syngur spælandi lætt og framúrskarandi á hvørjum einasta sangi á útgávuni. Sum ein vinmaður segði, tá ið hann hoyrdi Dagfinn í øðrum samanhangi: ”Halt kjaft, hann syngur væl. Hvør tramin er hann?” Tað eigur ikki at verða nakað loyndarmál nógv longur, skrivar Steffen Jungersen.
FATE hevur eisini fingið fleiri onnur ummæli frá heimasíðum og tíðarritum, og flest øll ummælini hava verið sera góð.