Hamas biðir USA leggja trýst á Ísrael

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, eru á sínari áttandu vitjan í Miðeystri, síðan Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober í fjør.

 

Ein av ovastu leiðarunum í Hamas, Sami Abu Zuhri.

Ein av ovastu leiðarunum í Hamas, Sami Abu Zuhri, heitir nú Á USA um at leggja trýst á Ísrael fyri at fáa landið av gevast við krígnum í Gazageiranum.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga fyrrapartin.

 

Áheitanin kemur fyri vitjanina hjá amerikanska uttanríkisráðharranum, Antony Blinken, í Ísrael, Egyptalandi, Jordan og Qatar.

 

- Hamas er fyririeikað og vil verða positivt fyri átøkum, sum kunnu fáa ein enda á krígnum í Gazageiranum, sigur Sami Abu Zuhri sambært Reuters.

 

Í dag skal Antony Blinken vitja í Ísrael og Egyptalandi.

 

Eitt av endamálunum við vitjanini er eitt ynski hjá amerikanskum myndugleikum at veksa um trýstið bæði á Hamas og Ísrael.

 

- Málið er at fáa í lag eina vápnahvíld og at tryggja, at kríggið millum Ísrael og Hamas ikki mennist til Libanon, veit Reuters at siga.

 

Hetta er áttanda vitjanin hjá amerikanska uttanríkisráðharranum í Miðeystri síðan yvirgangsálopið hjá Hamas á Ísrael hin 7. oktober í fjør.

 

 

 

Ein av ovastu leiðarunum í Hamas, Sami Abu Zuhri.