Ísraelskur dómari dømir dystin Føroyar-Gibraltar

Yigal Frid hevur dømt í bestu ísraelsku fótbóltsdeildini síðani 2016

Í annaðkvøld klokkan 19.45 er sannleikans tími hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Tá er ein dystur á skránni, ið okkara mugu vinna.

 

Gibraltar, ið tapti 0-7 fyri Kroatia fríggjakvøldið vitjar á Tórsvølli, har kravið til heimaliðið er ein sigur.

 

Tað verður ein ísraelskur dómari, ið skal leiða dystin millum Føroyar og Gibraltar. Talan er um 33 ára gamla Yigal Frid.

 

Yigal Frid hevur dømt í bestu ísraelsku fótbóltsdeildini síðani 2016. Í 2018 bleiv Yigal Frid altjóða FIFA-dómari, so talan er um ein dómara við fitt av altjóða royndum.

 

FØROYAR - GIBRALTAR:

Dómari: Yigal Frid ISR

Hjálpardómarar 1: Matityahu Yakobov ISR

Hjálpardómarar 2: Rostislav Talis ISR

Fjórði dómari: Snir Levi ISR

VAR dómari: Ziv Adler ISR

VAR hjálpardómari: Eitan Shmuelevitz ISR

UEFA dómaraeygleiðari: Helmut Fleischer GER

UEFA umboð: Nina Hedlund NOR