Handaðu Sirið Stenberg 575 undirskriftir

575 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava skrivað undir mótmælisskrivið, sum í dag bleiv handað Sirið Stenberg.

 

Kringvarp Føroya skrivar, at eini 50 starvsfólk vóru við í Heilsumálaráðnum, tá mótmælisskrivið varð handað landsstýriskvinnuni.

 

- Sum starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava vit í fleiri ár merkt avleiðingarnar av, at játtanin ikki er nøktandi í mun til tað, sum krevst av Landssjúkrahúsinum. Tað hevur ikki eydnast at fáa Heilsu- og Innlendismálaráðið og politisku skipanina sum heild at skilja, hvør veruligi tørvurin er, skriva starvsfólkini í mótmælisskrivinum.

 

 

- Við hesi innsavning vilja vit stuðla Jóanes Eriki Køtlum í, at tað hevur verið trupult at verða hoyrdur. Vit heita inniliga á Heilsu- og Innlendismálaráðið um at fyrihalda seg til veruliga trupulleikan og tryggja nøktandi umstøður fyri sjúklingar og starvsfólk á LS, skriva starvsfólkini.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Turið Arge, aðalstjóri, tóku ímóti undirskriftunum.