Stemningurin er avslappaður millum Spírarnar hetta kvøldið vit vitja handan leiktjøld í Sjónleikarahúsinum í Havn. ? Nýprentaðar plakatir liggja runt um kring í hølinum. Atgongumerkini eru eisini klár. Tey, sum ikki eru á palli, sita og práta, fáa sær ein kaffimunn, ella anda út, tí leikstjórin Jákup Veyhe biðjur tey seta tempoið upp.
- Orsøkin til tað er at fáa leikin at sita per refleks, at fáa hann upp í hámønina at sita, so at siga, greiðir framleiðslustjórin Herleif Hammer frá.
? Sjálvandi verður tempoið ikki so høgt, tá ið flennandi fólk sita í salinum, tí tá passa leikararnir sær løgir og loyva áskoðarunum at flenna, áðrenn farið verður víðari í søguni.
Meðan vit sita soleiðis og práta aftur og fram verður okkurt kjattið avbrotið, ella onkur sigarettin stubbað, tí í hátalaranum hoyrir leikarin, at nú skal hann inn aftur á pallin.
? Stuttligt alíkavæl at síggja, sigur Herleif, hvussu róligir spírarnir eru, tá ið ein góð løta er, inntil teir aftur skulu á pallin, og hvussu tendraðir teir eru, tá ið tað er beint upp undir, at tey skulu inn aftur!
Hálvan tíma seinni ella so, tá ið wienarbreyðið er komið á borðið, nýtt kaffi er bryggjað og venjingin er liðug fyri kvøldið, sita vit og práta um leyst og fast rundan um leikin Renn fyri vívinum, sum verður frumsýndur í annað kvøld, leikbólkin Spírar og føroyskan áhugaleik yvirhøvur. At byrja við má eg rósa Beintu fyri tað hysteriska anfallið Mary fær móti endanum, tí tað er langt í millum, at eg havi sæð øði so væl ímyndaða á palli. ? Onkur viðmerking kom um øðina, og alt at flenna.
Jú, stemningurin er góður. Tey vita, at tey eru sloppin væl frá venjingini í kvøld og enn eru nervar og scenuskrekkur passaliga langt burturi, og kaffið er fløvandi hetta kavakvøldið og baksturin smakkar væl.
Spírar?
Eitt kundi eg tó gott tonkt mær at fingið at vitað: Hvaðan stavar idéin til leikbólkin Spírar?
- Tað byrjaði í Mimir! Og so var aftur flent rundan um stóra borðið, men John Smith, alias Hallur, útgreinaði hendingina: Tað byrjaði við, at eg og Johanna prátaðu um at spæla sjónleik úti, men so bleiv hon forlovað í London og rýmdi frá okkum, so sótu vit eftir her og spekuleraðu, hvat so? Jú, vit stovnaðu leikbólkin Spírar!
Endamálið var altso at spæla útisjónleik og skipa eitt slag av total-teatur, tvs. at mørkini millum leikararnar á pallinum og áskoðararnar blivu minkað burtur so nógv sum møguligt. Men hóast tað enn ikki er vorðið til nakað við útileikinum, so hava tey evnað ein pall til, sum bæði kann leggjast saman, so hann fyllir sum minst og kann rullast á válin, har leikur skal standa.
- Men hóast vit ikki hava fingið útileikin at rigga rættiliga enn, so er tankin um total-teatur ikki sleptur! Vit royndu eitt sindur av tí, tá ið vit settu Músafelluna upp í fjør, greiða tey frá. ? Vit vóru fleiri, sum í klædningi og bowlarahatti gingu runt í havnargøtum og ?seldu? blaðið, sum varð nýtt í leikinum. Tá ið áskoðarar komu og keyptu billet undan sýning stóðu tveir av leikarunum í køini úti í gongini. Teir skuldu jú brúka blaðið í opningsscenuni! siga tey.
Vit hava eitt slagorð, letur so í Aksel, tað ljóðar soleiðis: Í mínari fortíð liggur spírin til framtíðar eydnu! ? Og so kom ein sera intern joke um eina búmerkjakapping, sum ongantíð rættiliga bleiv til nakað! ? Og alt at flenna.
Havnar Sjónleikarafelag
Tónin verður meiri seriøsur, tá ið prátið kemur inn á samstarvið við Havnar Sjónleikarafelag, tí hóast spírarnir standa at bresta av virkisfýsni, áræði og hugskotum, so vita tey fullvæl, at báðir partar trívast best í samstarvi.
- Spírarnir levera ungdommiligt ágrýtni, meðan Havnar Sjónleikarafelag hevur fasilitetirnar, hølið, administratiónina og forbindilisini umframt eina skrivstovu, ið er beinasom at hjálpa okkum, tá ið tørvur er á tí.
Og Spírarnir hava sum so eisini sín uppruna í Havnar Sjónleikarafelag. Fleiri teirra hava spælt í Ólavsøkukabarettum og verið við í øðrum tiltøkum, men tað var Óla P. kabarettin, sum førdi leikbólkin saman. Tað var í 2000, so sigast má, at teir fyrstu barnaskógvarnir eru traðkaðir til nú.
Leikstjórin
Tað er Jákup Veyhe, sum gjørdist heimskendur í Føroyum, tá ið hann saman við Sjúrði Skála, fór undir sendirøðina Pipar og Salt, sum hevur lagt teimum lag á. Jákup er mest sum sjálvlærdur leikstjóri.
? Eg havi sjálvandi verið á onkrum skeiði, sigur hann lítillátin.
Hetta er næsti leikurin hjá Spírunum Jákup Veyhe er leikstjóri á. Tann fyrsti var Agatha Christie leikurin Músafellan, sum varð spældur á páskum í fjør.
? Tað vit lærdu av at seta tann leikin upp, hevur gjørt tað nógv lættari at fáa Renn fyri vívinum at rigga, slær Jákup fast.
? Vit hava lært, hvussu mannagongdirnar eru!
Jákup setti fyrr í vetur upp leik í Klaksvík. Tað var Mostir Charley, ið er at meta sum ein av klassikarunum innan skemtileikir. Gott trý túsund fólk sóu Mostrina.
Spírarnir smílast sælir, tá ið eg spyrji, hvat teimum dámar Jákup sum leikstjóra, og vanliga skálkabragdið legst um varrarnar á teimum: Jákup, hann er Jákup! ? Jákup er altíð til tíðina, og telefonin hjá honum ringir ongantíð! ? Hann avsluttar aldrinn setningar! ? Hopi ikki hann er her! ? Nei, nei, hann er farin til hús, snakkið bara! Og so flenna øll. Meiri seriøst siga tey, at tað umdømi Jákup hevur sum leikari ger, at hann er høgt í metum teirra millum. ? Tí hann veit, hvat hann snakkar um!
Jú, stak hugnaligt hevur tað verið at sita og práta um leyst og fast rundan um Renn fyri vívinum hetta mánakvøldið. Niðurteljingin er byrjað. Frumframførslan er leygarkvøldið, og eg havi sum so bara ein spurning eftir. Hann snýr seg um sjálvan pallin. ? Har er einki teppi fyri, er tað, tí tað ikki er sett upp enn ella hvat?
- Nei, tað er fyri at økja intensitetin í framførsluni. Har eru heldur eingin steðgur!
- Men, hvussu virkar tað upp á tykkum leikarar?
- Tja, tá ið tað er fyri, so fer man bara daffandi inn, so tað er gott, at teppið ikki fer niður millum brotini!