- Handilin er ein sólskinssøga

Tað metir Heðin Mortensen, ið ikki metir tað vera skeivt, at ognin ikki varð seld á fríari sølu.

 

Á býráðsfundi í Tórshavnar býráð í gjár, samtykti meirilutin í býráðnum at selja smápartafelagnum Guðrun & Guðrun ognina, har tey nú halda til. Keypsprísurin var tvær milliónir krónur, men fólk, ið in.fo hevur tosað við, meta at hetta er umleið eina millión undir søluprísin.


Tað afturvísir borgarstjórin í Havnini, Heðin Mortensen, ið letur væl at avtaluni.


- Vit fingu ein fyrispurning frá Guðrun & Guðrun, um tey kundu keypa húsini. Vit bíløgdu síðani eina uttanhýsis kostnaðarmeting, men fyrsta boðið var ov lágt. Tí fingu vit eina nýggja kostnaðarmeting og avtalaðu at enda ein prís á tvær milliónir.


- Hædd skal eisini takast fyri, at húsini eru í ómetalig ringum standi. Hann lýkur ikki flestu krøv, og umvælingarnar kosta helst um eini 600.000 krónur.


Borgarstjórin ásannar, at man kundi gjørt ting øðrvísi, men so var ongin trygg fyri, at nýggju eigararnir ikki gjørdu ein nýggjan skrivstovubygning í býnum.


- Vit kundu gjørt tað øðrvísi. Vit kundu sett húsini til sølu í øllum bløðum, sum vit nokk eisini eiga sum kommuna. Men hvat er tað, ið vit vilja við húsinum?


- Í verandi líki, so er talan um eitt av teimum mest vitjaðu húsinum í býnum. Ferðafólk koma allastaðni frá og leita eftir hesum kenda sniðgevarahúsinum. Tað gerst uppaftur størri hjá teimum, tá tey finna út av, at allur hesin kreativiteturin stavar frá eini lítlari smáttu á gongugøtuni.


- Tær ynsktu at halda fram, og tað sóu vit sum eitt álit. So vit mettu, at tá kostnaðarmeting helt, so var tað rímiligt, at tær fingu húsið.


- Eg veit ikki hvat hevði hent við gongugøtuni annars. Vit ynskja eina livandi gongugøtu, og vandin við fríari sølu er, at onkur hevði keypt bygningin og brúkt hann til skrivstovur, ið sløktu klokkan fýra. Hesin handilin er ein sólskinssøga síðani hann kom á gongugøtuna.


Borgarstjórin minnir eisini á, at tá Guðrun & Guðrun av fyrsta tíð flutti inn í bygningin, so var hann mest at líkna við eitt spøkilsishús mitt í býnum, ið ongin brúkti.


- Fyri fimm árum síðani, so var húsið mest at líkna við eini spøkilsishús, har tey stóðu tóm á gongugøtuni. Húsini vóru ikki málaði og rútar vóru brotnir. BankNordik átti húsini tá, men vit gjørdu eina avtalu við bankan um, at Guðrun & Guðrun slapp at lána tey.


- Áðrenn tey sluppu inn, gjørdu vit nakrar umvælingar, ið lógu um 100.000 krónur. Tað varð tó ein partur av leigumálinum, soleiðis at tann peningurin er komin aftur. Síðani yvirtóku við húsini, tá vit keyptu ognirnar hjá BankNordik. Nú selja vit teimum tey, og tað meta vit eru rímiligt, tí vit fáa alt væl og virðiliga aftur.