Handverkari til
P/f Fjarhitafelagið
Fjarhitanetið hevur verið fyri stórum útbyggingum seinnu árini, og felagið arbeiðir miðvíst við at
gagnnýta avlopshita og aðrar grønar orkukeldur, og vera ein virkin partur av grøna orkuskiftinum í
Føroyum. Talan er tí um eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum avbjóðandi og mennandi umhvørvi.
Starvið
Sum handverkari hjá Fjarhitafelagnum kemur tú at arbeiða við dagligum rakstri og viðlíkahaldi av
fjarhitanetinum. Starvið fevnir um arbeiði við rørskipanum, tekniskum installatiónum og tilknýttari
útgerð, bæði í sambandi við verandi skipanir og nýggjar útbyggingar. Tú fert eisini at taka lut í eftirliti
og loysnum í sambandi við rakstraravbjóðingar og útbyggingar. Umframt vanligu rakstraruppgávurnar,
fevnir starvið eisini um vaktarskipan, har gingið verður vakt 4. hvørja viku. Arbeiðið er fjølbroytt og fer
fram bæði innandura og uttandura, og í starvinum arbeiðir tú tætt saman við øðrum starvsfeløgum,
veitarum og arbeiðstakarum.
Tín vangi
Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin rørsmiður, maskinsmiður, elektrikari ella líknandi. Tú dugir at
arbeiða sjálvstøðugt, men trívist eisini í toymi og leggur dent á gott samstarv. Tað er ein fyrimunur,
um tú hevur áhuga fyri tøkni og burðardyggum orkuloysnum, og at tú arbeiðir skipað, ert nærlagdur
og álítandi. Koyrikort (B) er kravt, og grundleggjandi KT-førleikar eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Fjarhitafelagið
Umframt áhugavert arbeiðsinnihald kemur tú í eitt gott og støðugt arbeiðsumhvørvi við dugnaligum
starvsfeløgum. Tú fært møguleika at menna tínar fakligu førleikar og arbeiða við eini hitaskipan, sum
er í støðugari menning. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi felag.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avritum av lívsrensli, prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til
Fjarhitafelagið P/F
Smyrilsvegur 13
Postrúm 3215
110 Tórshavn
Ella sum teldupost: fjarhiti@fjarhiti.fo
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 3. mai 2026.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tórður Kruse, tekniskan leiðara, á telefon 219106.
Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo











