Hann kann eita alt millum Ib og Nebukaneser...

Tann triði prinsurin hjá Joachim sá dagsins ljós klokkan 4:57 í morgun. Hann vigaði 3.032 gram og var 49 cm langur

Tað var ein troyttur prinsur, sum hitti tíðindafólk kl seks í morgun á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, har hann - sum tvær ferðir áður - kundi greiða frá, at »prinsurin var so stórur«.

- Hetta hevur tikið 10-11 tímar, so vit eru troytt nú, segði Jochim, prinsur við tíðndafólkini.

- Hann er eitt sindur minni enn eg, og líkist øðrum dreingjabørnum. Fyribils er hann myrkhærdur, segði Joachim.

Hann vildi einki siga um, hvussu tann nýggi prinsurin fer at eita:

- Eg havi sagt tað fyrr, og eg sigi tað aftur, at hann kann fara at eita alt millum Ib og Nebukaneser, segði Joachim, prinsur, við einum stórum smíli.