Hann viðgekk av svongd

Jørgen av Vollanum tók hendurnar upp fyri eyguni og táraði, tá í dómarin í Føroya rætti fríggadagin kom við boðunum: Dómurin, sum Jørgen fekk fyri 19 árum síðan varð nú yvirstaðin. Tað var púra stilt inni. Jørgen av Vollanum varð dømdur fyri smærri eldásetingar, men sum menningartarnaður er ikki lætt at sleppa frá einum dómi

Rættarmál: Fríggjadagin upprann tann stóri dagurin, tá ið málið hjá Jørgeni av Vollanum varð tikið upp aftur í Føroya rætti.

Jørgen av Vollanaum var maðurin, sum í næstan eitt ár sat varðhaldsfongslaður, tí hann varð skuldsettur fyri fleiri stórr eldar. Ein eldur var tann í Havnar Timburhandli, men Jørgen varð frídømdur fyri at hava sett eld á har. Ein onnur ákæra, sum hann eisini var frídømur fyri, var eldurin í rossafjósinum í Havnardali.

Eftir stóru fleiri ákærur um roynd at seta eld á og smærri eldásetingar, ið hann varð dømdur fyri.

Tað vanliga er, at tá ið ein dómur er sitin, er tann dømdi leysur. Men so var ikki hjá Jørgeni av Vollanum, og orsøkin er, at maðurin er menningartarnaður.


Gleðiboð

Tað var ein rørandi løta, tá ið dómarin í Føroya rætti fríggjadagin gav Jørgen av Vollanum, mammu hansara og systkjunum tey gleðiboð, at Jørgen nú var leysur av dóminum, sum hann fekk í august 1990.

Mamman Nikolina hevði ilt við at trúgva tí, men tá ið sakførarin hjá Jørgen tók í hondina á Jørgen og ynskti honum til lukku, skilti mamman, at tað var so, og hon brast út úr at gráta. Systkinini vóru líka rørd. Jørgen sjálvur sat við tárum í eygunum, skiftivís turkaði sær um eyguni og skiftivís við strálandi andliti yvir móti familjuni, sum alla tíðina hevur stuðlað honum og verið sannførd um, at hann ikki nakrantíð hevur gjørt nakað álvarsligt brotsverk.

Umsíðir var slagið vunnið.


Øðrvísi fyri

Tey seinastu 19 árini í lívinum hjá Jørgen eru søgan um, at menningartarnað fólk ikki eru líka fyri lógini sum onnur fólk. Og hava tey ikki góð fólk, sum orka at stríðast, verða tey lætt gloymd í samfelagsskipanini.

Jørgen, sum er menningartarnaður, var nokkso óstýriligur sum tannáringur, og tí fór hann sum 18 ára gamal á ein stovn í Ribe í Danmark.

Í august 1989 fór mamman Nikolina til Danmarkar at vera í nakrar dagar í summarhúsinum hjá teimum.

- Ein dag ringdi eg til Ribe og spurdi, um Jørgen ikki kundi sleppa við í summarhúsið, men tað bar ikki til. Eg fekk onga veruliga forkláring, annað enn at hann skuldi tosa við politiið fyrst, sigur mamman.

Hon skilti einki av nøkrum.


Stóð málleys

- Tveir dagar seinni ringdu tey til mín og søgdu, at Jørgen var varðhaldsfongslaður, ti hann var skuldsettur fyri at hava sett eld á timburhandilin í Hvan, Sands kirkju, fjósið í Havnardali og timburhandilin í Klaksvík. Eg var málleys, tí eg visti, at alt ikki kundi passa. Til dømis var eldurin í timburhandlinum í Klaksvík átta mánaðir eftir, at Jørgen var farin til Danmarkar, og á Sandi hevði hann als ikki verið, sigur Nikolina.


Vaktur hvønn tíma

Hon sigur, at tá ið illgruni var reistur móti Jørgen, noyddist hann igjøgnum nógv ræðuligt og varð niðurbrotin bæði sálarliga og likamliga.

- Hann varð sendur á ein yvirlivilsistúr í eitt summarhús, og hann skuldi út at ganga 30 kilometrar. Urið varð tikið frá honum og tað sama sigarettirnar, sigur mamman.

- Og eg fekk bara turt breyð og vatn teir dagarnar, og tá eg skuldi sova, varð eg vaktur hvønn tíma, leggur Jørgen aftrat.

Umsíðir viðgekk Jørgen, at hann í fleiri førum hevði roynt at seta eld á ymsa staðni bæði í Havn og í Danmark, og nakrar ferðir var tað eydnast.

- Eg segði tað í rættinum, at eg bara hevði sagt ja, tí eg var so svangur, sigur Jørgen.

Tann fyrsta mánaðin sat hann varðhaldsfongslaður í Danmark, men varð so fluttur til Føroya at sita í varðhaldinum.


Mátti hava verju

Jørgen minnist ilt aftur á tíðina, tá ið hann sat varðhaldsfongslaður, tí hinir fangarnir fóru so illa við honum. Endin var, at hann varð isoleraður, og tað varð gjørt fyri at verja hann móti hinum, sum sótu.

27. juli 90 fall dómurin. Jørgen var fríkendur fyri at hava sett eld á timburhandilin í Havn og á fjósið í Havnardali. Skuldsetingarnar um eldásetingina á Sandi og á timburhandilin í Klaksvík vóru frammanundan sleptar. Eftir stóðu fleiri royndir at seta eld á og onkrar eldásetingar.

Jørgen og mamman Nikolina vóru ovurfegin tann dagin, tí hann var fríkendur fyri tær álvarsligu ákærurnar.


Einki at fegnast um

Tað vísti seg tó aftaná, at ikki so nógv var at fegnast um.

- Eg eri sannførd um, at Jørgen var heilavaskaður til at játta sg sekan í hinum ákærunum. Hann visti als ikki, hvat hann hevði gjørt, og hvat hann ikki hevði gjørt, sigur mamman.

Ein ákæra var, sum Jørgen var ákærdur fyri, og játtaði seg sekan í, men tað kundi ikki passa, tí tað, sum hann greiddi frá, samsvaraði als ikki við veruleikan.

Dómurin var, at Jørgen skuldi vera undir Andveikraverndini og møguliga at fara ein stongdan stovn, um tað vísti seg at vera neyðugt.

- Tað vísti seg, at samfelagið var ikki til reiðar at taka ímóti Jørgen, og hann hevði ongastaðni at fara. Tí noyddist hann aftur í varðhaldið at sita, til tey høvdu gjørt ein nýggjan stovn til hansara, sigur mamman.


Mansvardur

Fyrsta staðið var eini sethús á Argjum, ið leigað vórðu bara til hansara. Har varð hann veruliga mansvardur. Fýri starvsfólk ansaðu eftir honum um dagin og tvey um náttina.

- Tey ansaðu so væl eftir, at tá ið eg fór á vesi, stóð vakt uttanfyri, til eg var liðugur. Hvørja ferð, eg skuldi út, komu tvey fólk við mær. Eg slapp heim til mammu tríggjar tímar um mánaðin, og tá komu tvey starvsfólk við, sigur Jørgen.

Nakrar mánaðir seinni flutti Jørgen á ein nýggjan stovn í Hoyvík, har onnur eisini búðu. Alarmur var á hvørjari hurð og á hvørjum vindeyga.

Sum árini gingu, og tað eru ikki so nógv ár síðan,  varð trygdareftirlitið gjørt linari. Hann slapp heim til mammuna um vikuskiftið, men ikki til at sova, og eitt starvsfólk kom við honum. Seinni aftur slapp hann at gista heima, men starvsfólkið var framvegis við honum.

- Bara eg fór útum, stóðu starvsfólkini og eygleiddu meg, sigur Jørgen.


Kroystur

Mamman er sannførd um, at Jørgen ongantíð hevur verið kriminellur. Hann varð kroystur til at viðganga og gjørdist frá sær sjálvum av at skula liva undir slíkum umstøðum.

- Hvør hevði ikki verið tað, sum var útsett fyri alt hetta? spyr mamman.

Tá ið trý ár vóru liðini, royndi hon at fáa málið tikið uppaftur.

- Eg valdi so at bíða, tí eg var í teirri trúgv, at stovnurin fór at gera nakað, men tá ið tað so vísti seg, at stovnurin einki gjørdi, fór eg í hernað aftur, sigur mamman.

Javnan hevur hon havt fund við stovnin, Nærverkið, Javna, við Hans Paula Strøm, sum tá var landsstýrismaður og við onnur, men einki hjálpti.

Her skal viðmerkjast, at lógin í Danmark er broytt, soleiðis at slík mál verða tikin upp til metingar á hvørjum ári. Í Føroyum hendir einki, um ikki avvarðandi streingja á.

Tað, sum hjálpti Jørgen, var fyrst og fremst, tá ið Løgtingsins Umboðsmaður kom uppí og gjørdi vart við órímiligu viðurskiftini. Hon bað eisini um, at nýggj mentalkanning varð gjørd.

Nikolina bað sakføraran Hans Trúgva Teirin um hjálp, og tey so á fund við fútan. Hetta var fyri tveimum árum síðan, og fútin Karen Marie Olesen vildi gera sítt til at fáa málið tikið upp aftur í rættinum.


Slapp at tosa

Jørgen var tá byrjaður at ganga til samtalur á psykiatrisku deild.

- Tað gjørdi honum ómetaliga væl at sleppa at tosa ígjøgnum alt tað, sum var kroyst innan í honum. Hann bleiv sum eitt heilt nýtt menniskja, sigur mamman.

Av stovninum í Hoyvíkflutti Jørgen á ein stovn Oman Hoydalar. Har hevði hann tað einki serligt, tí tað vóru so nógv skiftandi starvsfólk við ymiskum holdningum.

Alt innbúgvið uttan songin varð tikið út av kamarinum. Jørgen varð viðfarin sum ein kriminellur maður, ið kundi hugsast at sett eld á.

- Tað hevði eg ikki funnið uppá, sigur Jørgen.

Seinastu tíðina hevur hann búð á einum bústovni á Bóndaheygi i Havn.

- Har er ordiliga gott at vera, og eg havi fingið mína egnu ibúð, sigur Jørgen.

Síðan hann flutti á Bóndaheyg at búgva, er friður fallin á Jørgen.

Hann fekk fríheitina til at fara tveir tímar í býin, seinni tríggjar tímar, og so fýra tímar.

- Og nú er einki mark, fegnast Jørgen um.

Hann veit tó væl, at heilt fríur verður hann ongantíð, tí hann verður noyddur altíð at liva eitt lív við føstum karmum, tí mhann er menningartarnaður. Men tað styrkir hann, at hann hevur orð frá bæði læknum og rætslæknaráðnum, at hann ikki er sálarsjúkur.


Bað politiið um loyvi at vitja mammuna

Seinastu tíðina hevur borið til hjá honum at sleppa heim til mammuna, sum býr við Gjógv okkurt vikuskifti, tá ið okkurt hevur verið. Men tað hevur kravt loyvi frá fútanum. Tey noyddust also at biðja politiið um loyvi. Viðhvørt riggaði tað væl, men var skotbráið ov stutt, var svarið nei.

Einr tvær ferðir hevur Jørgen hesi árini verið í Danmark, men tað hevur verið við flogfari, tí torf’ørt var hjá honum at sleppa við Norronu. Tvey starvsfólk noyddust at koma við. Mamman fekk eina ferð at vita, at tey ikki bara kundu taka hann við skipinum, tí um hann nú setti eld á? Um hann skuldi við, noyddist Smyril Line at vita tað frammanundan. Mamman gjørdist so karvandi óð, tí slíka treyt góðtók hon ikki.


Innistongdur í Føroyum

- Seinasta ár fóru øll búfólkini á Bóndaheygi til Edinburg, men Jørgen slapp ikki við, Hann stóð eftir einsamallur á bryggjuni, sigur mamman.

Hon fekk eisini upplýst, at hann hvørki kundi koma inn í Ísland ella Noreg.

Jørgen upplivdi at gerast føroyameistari í Boccia og kundi tí koma til OL í Kina, men hann slapp ongan veg vegna sín dóm.

Jørgen hevur fingið tað betri og betri. Í dag hevur hann fast arbeiði á verkstaðnum Vón, og hann er eisini húsavørður á einum bústovni í Smærugøtu.

- Tað er so gott at vera á Bóndaheygi, og eg vil fegin takka øllu teimum fittu starsvfólkunum og ikki minst leiðaranum Juliannu, sigur Jørgen.

Hansara stóri dreymur er at sleppa ein túr við Norronu, og nú kann hann fara umborð uttan at boða frá, hvør hann er.

- Eg eri so glaður, at tá ið vit fara umborð, skal eg bakka upp eftir landgongdini, sigur hann.


Nýtt lív

Mamman viðgongur, at hesi 20 árini, sum frælsið var tikið frá Jørgen, hava verið ein strævin tíð. Men hon hevur klárað tað við stuðli frá børnunum, og tí hon hevur alla tíðina livað í tí trúgv, at alt fór at fáa ein góðan enda.

Jørgen kann nú byrja eitt nýtt lív, og mamman og hann vildu fegin lagt alt tað ringa aftur um seg, men ilt er at gloyma, tí hetta snýr seg um virðingina fyri teimum menningartarnaðu.

Jørgen kemur við seinastu viðmerkingini:

- Eg vil ávara øll menningartarnað um at ansa eftir ikki at koma í somu støðu, sum eg havi verið í, tí tað hevur verið ræðuligt.