Hanne Marit er dóttir Marit Mordal og Hans Iversen úr Kvívík. Hon hevur rættiliga gjørt vart við seg, hóast hon enn er lesandi á masterlinjuni á Norsk Musikkhøgskole í Oslo. Hon hevur verið solistur í München, har hon eitt skifti las. Í Noreg hevur hon havt krevjandi solistleiklutir, og vit hoyrdi hana sum solist á nýggjárskonsertini hjá symfoniorkestrinum. Hanne Marit vann 1. virðisløn í Nadiu Boulanger-lied-kappingini, ið var á gamla konservatorinum í París fyrr í heyst.
Anna Magdalena Bach, seinna kona Johann Sebastians, verður snúningdepil á konsertini. Við tónleiki úr nótabókini hjá henni, fáa vit eitt innlit í gerandisdagin og tónleikaliga virkið í húsarhaldinum Bach í Leipzig fyri sløkum 300 árum síðani.
Anna Magdalena skrivaði tónleik í nótabók, ið børnini og hon sjálv spældu og sungu úr heima við hús. Johann Sebastian skrivaði eisini í bókina, umframt at børnini, ið øll vóru sera gávaði, hava krutlað smærri løg niður. Greitt er, at fleiri av børnum teirra tónleikaliga leitaðu heilt aðrar leiðir, og at tónleikurin leiðir okkum úr barokkini og inn í tað klassiska tíðarskeiðið, har ið upplýsingartíðin, tað kensluliga og galanta vann frama. Løg eru eisini í bókini eftir onnur tónaskøld, løg sum vóru frammi tá í tíðini, umframt brot úr stórverkum hjá gamla Bach. Ólavur Jakobsen hevur lagt tónleikin og skránna til rættis, so vit sleppa at kaga innar til musikalsku familjuna.
Aldubárun er: Andrea Heindriksdóttire, floyta – Sámal Petersen, violin - Kristina á Váli, sello – Ólavur Jakobsen spælir gittar og fyriskipar saman við Johan Mortensen. Meinhard Bjartalíð, prestur, hugleiðir innan konsertina.
Avmarkað pláss er í kirkjuni, so fólk verða biðin um at koma í góðari tíð. Kl. 19.00, ein hálvan tíma innan sjálva konsertina kl. 19.30, byrjar Aldubáran at spæla stillisligan tónleik hjá Bach.
Eftir konsertina eru øll boðin til samveru í Roykstovuni. Alt er ókeypis.
Ólavskirkjan í Kirkjubø er elsta sóknarkirkja í landinum og í glæmuni frá kertiljósunum, ber til at njóta livandi tónleikin á hesum søguliga staði.
Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.