Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf spældu í kvøld næstseinasta dystin í hesum kappingarárinum í týsku bundesliguni.
Á útivølli á SAP Arena í Mannheim tapti Hannover tepurt 28-29 fyri Rhein-Neckar Löwen. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-13. Vilhelm var skrásettur fyri eitt upplegg til mál (assist), og í tí eina førinum vann hann bóltin í álopsstøðu hjá mótstøðuliðnum.
Hannover liggur á einum tíggjunda plássi við 28 stigum. Fimm stig eru upp til níggjunda plássið, so Hannover endar í besta føri á einum tíggjunda plássi.
Komandi sunnudag klokkan 14 endar Hannover-Burgdorf kappingarárið í ZAG Arena í Hannover við dysti móti MT Melsungen.











