Hannover-Burgdorf vann á Füchse Berlin

Tað bleiv tíverri ikki nógv av einari føroyingauppgerð í bundesliguni í dag

Tað bleiv tíverri ikki nógv av einari føroyingauppgerð í bundesliguni í dag, tá liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover Burgdorf tók móti liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin.

 

Tað eydnaðist Hannover Burgdorf at vinna dystin 38-35. Í steðginum var var Hannover-Burgdorf á odda 21-17.

 

Vilhelm skoraði upp á tann eina málmøguleikan hann fekk í dystinum, meðan hetta var ein av dystunum har Hákun ikki fekk nakran nevniverdan leiklut.

 

Bæði Hannover Burgdorf og Füchse Berlin hava fýra stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini.

 

Ígjár vunnu Jóhan og Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt á heimavølli 37-32 (15-15) á Göppingen. Jóhan skoraði fimm mál fyri Flensburg.

 

Flensburg-Handewitt og Rhein Neckar Löwen eru fremst í deildini við seks stigum hvør fyri tríggjar dystir.

 

Klokkan 17 spæla teir liðfelagarnir hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel, sum eru tøkir dyst á útivølli móti meistaraliðnum, SC Magdeburg, ið kann gerast liðið hjá Óla Mittún komandi kappingarár.