At frætta, at Hans Jørgen hevði fingið óbótaligan løst yviri í Florida og ikki stóð til at bjarga, kendist sum nakað, ið ikki kundi passa. Gløggi og skemtiligi vágamaðurin, ið tók á seg so nógvar skyldur og avbjóðingar í Norðuratlantshavi og í uttanlandasigling, hevði fingið eitt eirindarleyst høgg í einum heilt øðrum heimsparti. Tað átti ikki at verið so, nú lívlanga tænastan beyð honum eina friðfulla eftirløn í heimbygdini.
Kendi helst Hans Jørgen frá barnsbeini av í longu og mjáu gøtuni í Sandavági. Okkum dámdu væl at práta, - aldursmunurin var nakað stórur, men tað bilti ikki stórvegis. Hans Jørgen fortaldi mær, hvørjir sandavágsmenn høvdu slitið sínar tufflur og gummiskógvar í ”strætinum”, og ein farri av skemti og góðsku lá eftirá. Hann nevndi teir við navni og visti um teirra serleikar og dygdir, og vit fingu um endan av eini farnari tíð.
Tá Venus úr Sandavági skal avstað á línuveiðu, beint sum vit eru í áseyðaroyting og eisini hoyggja í 1988, verði eg onkunsvegna púra óroyndur og av tilvild tikin við mín fyrsta túr til skips. Tað var so avgjørt ikki nakað, eg hevði ætlað mær, men tað vóru onnur, ið hildu, at eg átti at royna meg umborð á einum línubáti. Illsinnabitin var sjónskur, tá eg varð fylgdur umborð. Har vóru við Ásbjørn, Kristian og Eyðstein hjá Gerdu. Tað var kanska ikki verri, tí teir vórðu eisini tiknir við uttan at hava biðið um tað. Kortini strikaðist illsinnabitin út, tá eg hitti Hans Jørgen umborð á Venus. Hann skuldi við og dugdi at taka meg og kyrra ein treiskan og tvøran tannáring úr Havn. Vit komu tó skjótt á lagið og kendu eitt serligt og gott samljóð beinavegin,
Mín tíð umborð á Venusi gjørdist drúgvari enn væntað. Hví hon gjørdist tað, er man greiður yvir so nógv ár seinni. Manningin, við Sámal Petur Petersen, skipara, betur kendur sum Piddi og Hans Jørgen, øðrum stýrimanni, saman við øðrum góðum monnum, elvdu til, at har var gott at vera, so leingi tað vardi. Sjálvandi ætlaði eg mær ikki at standa á dekkinum har so leingi, - aðrar avbjóðingar skuldu til. Men man treivst, og nú eru hesir minniligu úrmælingar, sum eg minnist við virðing, farnir, har man ikki røkkur teimum longur. Sakni tykkum og spyrji meg sjálvan, hví tit fóru í so góðum árum.
Men løturnar, - dagarnir, vikurnar, mánaðarnir og árini, alt tíðarskeiðið tilsamans, vildi eg ikki havt verið fyri uttan. Tað vóru gevandi, nemandi og harðar royndarløtur umborð. Tíðarskeiðið umborð á Venusi í Eysturgrønlandi, undir Føroyum og Íslandi, gjørdu mánaðarnar umborð á danska skúlaskipinum ikki so harðrendar og meiningsleysar, tí eg hevði fingið eina serliga upplæring umborð á Venusi hjá tykkum báðum, Pidda og Hans Jørgen. Ein skúli, ið teir, eftir førimuni settu okkum óroyndu inn í. Tað fekk eg at kenna seinni sum serligan førning á lívsleiðini, ið eg ikki tá var serliga nógv vandaður um, men nú haldi, var øðrvísi og neyðug.
Vit sóust av og á og vistu altíð av hvørjum øðrum, hóast leiðirnar nú gingu í hvør sína ætt. Vit riggaðu ikki av, tí vit høvdu onga ábending um, hvussu vorðið fór at vera við avmálda dagatalinum, tíbetur, haldi eg.
Vildi fylgt tær tann dagin, tú vart borin út í kirkjugarðin í Sandavági. Tað bar tíverri ikki til. Men kortini fylgdi eg við tykkum og frætti okkurt, Theodor Eli bar fram á kórgáttini í kirkjuni í Sandavági. Nancy og børnunum sendi eg bestu ynski um jólini og alt gott í árinum, sum kemur. Hvíl í friði og takk fyri løturnar, ið tíðin fór við.
Páll N. Slættanes
Sønderborg