Hans Jørgen Jensen 70

Í dag 26. mars fyllur Hans Jørgen Jensen, fyrrv. fólkatingsmaður, Skodsborgvej 330 1 tv., 3850 Nærum, 70 ár

Hans Jørgen Jensen hevur altíð havt evnini at samskifta við fólk. Í medferð er hann vinsælur og dugur greitt at lýsa sjónarmið síni, tað hevur hann sýnt sum fakfelagsmaður og sum fólkatingsmaður og í mongu álitisstørvunum, honum hava verið litin til.

Hann fekk handilsútbúgving í Trørød Brugsforening í 1944-47, var í 1951-66 í tænastu í sjúkrakassa, síðani forrætningsførari í Sygekassefunktionærernes Fagforening 1966-70, felagsskrivari í Dansk Funktionærforbund frá 1970 til hann í 1977 gjørdist formaður og tað var hann, til hann legði frá sær fyri aldur í 1992. Virkin var hann frá ungum av í Goodtemplararørsluni og somuleiðis í DSU, Socialdemokratiska ungmannafelagnum. Í 1981 fekk hann Larsen-Ledet Prisen.

Hans Jørgen Jensen var fyrstu ferð í Fólkatinginum í 1974, síðani frá 1977-84 og frá 1989, tilsamans hevur hann umboðað Socialdemokratarnar á tingi í 14 ár í Lyngby-Søllerød valdøminum.

Formaður í Sygekassernes Helsefond hevur hann verið síðani 1987, hesin grunnur fíggjar m.a. útgávuna av blaðnum HELSE, formaður er hann eisini í LO Faglige Seniorer, pensjonistalandsfelag við 130.000 limum.

Í sóknarstýrinum í Søllerød sat hann frá 1966-70.

Tey árini Hans Jørgen Jensen var í Fólkatinginum, hevði hann tætt tilknýti til føroysk viðurskifti og hevur fleiri ferðir verið í Føroyum. Samstarv hansara við føroyska Javnaðarflokkin hava borið fruktargóð úrslit.

Tá málið um krígspensjónina hevði fingið deyðadómin frá borgarligu stjórnini í 1991, var tað, at Hans Jørgen Jensen av álvara kom upp í málið - og vend kom í. Hugskotið at tengja krígspensjónina upp í stuðul Javnaðarfloksins til 1992-fíggjarlógina hjá Schlüterstjórnini loysti krígspensjónsmálið. Týdningurin av 100 mió. krónum árliga til Føroyar í svárastu krepputíð, er ikki neyðugt at greina nærri.

Hans Jørgen Jensen er annað umboð Fólkatingsins á aðalfundi Realkreditstovnsins, og nú Realurin í juni aftur hevur ársfund, verður tað síðsti fundurin hjá Hans Jørgen Jensen sum umboðsmaður.

Dansk Funktionærforbund heiðrar gamla formann sín á føðingardegnum við móttøku frá kl. 11.30-15.00 í hølum felagsins: Dansk Funktionærforbund, Upsalagade 20, 2100 København Ø.

jl