Systkini vórðu:
Estrid fødd 09/06-1915 deyð.12/01 2004
Hjalmar føddur 20/03 1920 deyður 03/05 1987
Alma fødd 14/03 1922 deyð 25/11 1950
Palma fødd 06/07 1925 deyð juni 1971
Sverri føddur 24/11 1928 deyður 11/05 2001
Sum hjá flestum unglingum tá í tíðini, fór hann til skips sum 15 ára gamal og var fyrsta skipið hann fór umborð á “Tvey Systkin” sum Jóhan Magnus á Niðri úr Syðrugøtu førdi. Hann var við “Tvey Systkin” frá 1932 til 1938, í 1939 var hann við “Godthaab” sum Jákup Andrias á Mýruni úr Syðrugøtu førdi. Øll krígsárini var hann heima, kastaði nót eftir sild og driftaði sildagørn. Fyrsta skipið hann fór við eftur kríggji var “Føroyingur” og var Óla Hans Olsen úr Syðrugøtu skipari. Hann var við “Føroyingi” 1946 og 1947
Síðan hevur hann verið við hesum skipum:
“Haraldi” har Hans úr Klaksvík, helst ættaður av Biskupstøð var skiparið.
“Lítlu Emmu” skipari var Hannibeiggi Lamhauge av Glyvrum.
“Columbus” (sluppin), skipari var Andrias Whinter, vanliga nevndur Andrias Suðring “Kyrjasteinur” skipari var Per Gregersen úr Norðagøtu.
“Westvard Ho” skipari var Andrias Whinter úr Syðrugøtu, vanliga nevndur Andrias Suðring,
“Vesturhavið Blíða” (línubáturin) skipari var Jákup Andrias Vang av Glyvrum.
“Skálafossi” skiparið var Rasmus Johannesen vanliga nevndur Jammus. Jammus átti Skálafoss saman við øðrum.
“Eystfelli” skipari var Edvin Jacobsen av Skála. Edvin átti hann saman við øðrum.
“Oyrasker” skipari var Petur í Selvindi á Strondum
“Finnur Fríði” skipari var Johannes Huusgaard úr Syðrugøtu og Hávard Hansen úr Norðagøtu.
“Jupiter” skipari var Johannes Huusgaard úr Syðrugøtu
. Eftur at verða uppilagstur, fór hann á Vónavirkið í Fuglafirði í 1978 og arbeiddi har til 1992.
Tann fyrsta túrin hann var til skips sum 15 ára gamal, var hann so lítið mentur, at hann rakk ikki uppá vaðbeinið. Tá hann stóð á dekkinum, var vaðbeini á hædd við høvdið á honum, so hann mátti gerða sær ein platt at standa á, fyri at hann kundi kasta snørið. Hettar, bert fyri at lýsa umstøðurnar sum tá vórðu umborð á sluppunum.
Hann hevur enntá verið hjá Mortensen á Tvøroyri og lært teir at seta toskagørn inn úr nýggjum og var hann av kvikastu monnum til hettar arbeiðið, hettar var fyrst í ´60 unum.
Handaligur hevur hann altíð verið og hevur hann smíða tað mesta sum er gjørt við heimið hjá honum. Eisini er nógv handaligt komið úr hansara hondum, bæði borðabátar, hvølpalás og nógv annað. Kann minnast, einafer hann kom aftur av skipi, tað var við “Kyrjasteini”, tá fingu vit dreingirnir tveir fittar línubátar, sum hann hevði gjørt umborð og vórðu teir sera flottir í okkara eygum.
Lastbil hevur hann eisini havt og fekk hann tann fyrsta lastbilin í 1942 og var hann brúktur at koyra torv við millum Fjarða. Tað var nógv torv skorið millum Fjarða, hettar torvið var so koyrt út í Skálafjørð, fyri síðan at verða flutt við báti út eftur fjørðinum, mest til Skipanesar, har torvið bleiv koyrt til Gøtu. Næsti lastbilur hann fekk sær var í 1956 og var hann brúktur til vegagerðina millum Skálafjørð og Skála.
Røktingamaður hevur hann eisini verið og var hann av allar kvikastu monnum, bæði á fjalli og tí sum hoyrdi seyðinum til.
Kommunustýrinum á Skála hevur hann eisini siti í fleiri ár.
Lestur hevur hann lisið í skúlanum í fleiri ár
Konuna fekk hann úr Syðrugøtu, Elly Diana Jacobsen og er hon slekta av Teigum fødd 27/10 1923. Foreldur hennara vórðu Hans Andrias Jacobsen ættaður úr Syðrugøtu føddur 29/09 1885 deyður 11/05 1946 og mamman var Petra Clementsen ættað úr Oyndarfirði fødd 21/09 1890 deyð 21/04 1942.
Tey høvdu diamantbrúdleyp 19.dec 2006.
Børnini eru 4 í tali og eru tey.
Tórgerð fødd 12/03 1947
Henning føddur 06/02 1949
Almfinn føddur 07/07 1951
Jens føddur 06/07 1959.
Abbabørnini eru 11 í tali og langabbabørnini eru 6.
Tey síðstu árini er tað mest hornaseyðir sum hann hevur passa, hevur havt 3 og 4 seyðir á hvørjum ári. So er tað urtagarðurin sum hann hevur gingið sera nógv uppí. Hann er eisini sera vakur á at líta. Eisini er nógv handverk komið úr hansara hondum tey síðstu árini.
Allýsingin av honum er, at hann hevur verið ein sera virkin maður, ongantíð í frið, altíð í gongd við okkurt og sum nú, hoyggingin er fyri, so er hann fyrsti maðurin í bøin um morgnarnar og síðsti til at fara til húsar aftur.