Hans Jacob Glerfoss deyður

Listamálarin og yrkjarin úr Mikladali doyði á sjúkrahúsi í Hirtshals sunnudagin. Hans Jacob Glerfoss gjørdist 72 ára gamal. Hans Jacob Glerfoss var føddur í Mikladali, men vaks upp í Kunoy. Hann var sjálvlærdur listarmaður, og hann yrkti eisini nógv. Í 1969 fekk hann M.A. Jacobsens heiðursløn fyri sínar yrkingar.

Sum listamálari málaði Hans Jacob Glerfoss nógvar landslagsmálningar, har myndaevnini aloftast vóru úr norðoyggjum. Eisini vóru myndaevni av fólki, sum vóru til arbeiðis, eitt nú útróðrarmenn og handverkarar, ella í veitslu.

Miðskeiðis í 1990?unum fluttu Glerfoss og konan til Danmarkar at búgva, og tey trivust væl í Hirtshals. Glerfoss segði soleiðis í eini samrøðu við Sosialin fyri nøkrum árum síðani:

- Í Hirtshals er skjótt at ganga oman til sjógvin, oman á bakkan. Føroyar eru í sjónum, og fjøllini búgva her. Fyri mær er Hirtshals mest at líkna saman við eina føroyska bygd. Gamli parturin av Hirtshals er sum Klaksvík. Har sært tú uppilagstar sjómenn, sum standa og práta, tú sært yvir bátahylin, og fólk kenna hvønn annan, júst sum heima í Føroyum.

Og Hans Jacob Glerfoss dró seinasta andan í Hirtshals, og har skal hann eisini jarðast. Jarðarferðin verður úr Malta mikudagin.