Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur boðað til tíðindafundar klokkan 18 Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, bjóðar inn til tíðindafund í javnaðarhølunum á Gl. apoteki nú kl. 18.00
Vinarliga
Hans Pauli Strøm
Soleiðis verður sagt í telduposti, sum júst nú er komin til portalin. Eftir øllum at døma fer Hans Pauli Strøm á tíðindafundinum at boða frá, hvussu tað nú verður við framtíðini hjá honum í politikki og harvið landsstýrissessinum í heilsumálum.
Tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum og landsstýrisumboð floksins hava síðani á middegi sitið á fundi í flokshølunum á Gamla Apoteki. Einki hevur verið at frætt frá fundinum, men tað verður tað nú klokkan 18, tá ið landsstýrismaðurin hevur kallað inn til tíðindafundar.