Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi var sum vera man harmur um ársins fyrsta tap.
– Nú høvdu vit ongantíð rokna við at koma ígjøgnum eitt heilt kappingarár, uttan at tapa ein einasta dyst, men hetta er sjálvandi keðiligt, staðfesti hann eftir dystin.
Hans Pauli metir, at EB/Streymur gjørdi uppgávuna óneyðuga tunga við spæla sum teir gjørdu í Sarpugerði. – At tveita langar bóltar niðan í álopið er í øllum førum ikki snilt, tá vit spæla móti størstu verjuleikarunum í landinum. Og verjan hjá Víkingi stóð væl og var væl skipað, umframt at Geza Turi eisini hevði nakrar góðar bjargingar, metir Hans Pauli. Hann heldur eisini, at Víkingur sum heilt spældi ein góðan dyst, men vísir so á, at tað gjørdu teir einans, tí EB/Streymur loyvdi teimum tað. – Men nú er hasin dysturin farin aftur um bak, og vit líta vit fram til dystin móti ÍF leygardagin, sigur hann at enda.