Hans Pauli Samuelsen: Vit eru kaldari í teimum avgerandi løtunum nú

 

- Vit vunnu FM í 2008, so síðani tá havi eg ikki hugsað um tað, sum hendi á Møluni á Eiði í 2006. Tað undirstrikar 27 ára gamli miðvallarin hjá EB/Streymi, Hans Pauli Samuelsen. - Vit eru kaldari í teimum avgerandi løtunum nú, enn vit vóru í 2006, tá vit mistu FM heitið, staðfestir Hans Pauli Samuelsen.

 

Hans Pauli Samuelsen og Leif Niclasen vóru gestir í sendingini "Gullradio", sum var á Rás2 fyrrapartin.

 

Teir leggja herðslu á, at samanhaldið hevur borið teir langt, eisini samanhaldið uttanfyri vøllin. Teir eru takksamir fyri arbeiðið Heðin Askham hevur gjørt fyri EB/Streym seinastu árini, og teir seta sína lít á, at nevndin í EB/Streymi fer at útvega teimum ein dygdargóðan venjara til komandi kappingarár.

 

Hoyr gullprátið við Hans Paula Samuelsen og Leif Niclasen undir greinini her.