Hans Pauli sigur kortanei hækking av pensjónsaldrinum

Hans Pauli Strøm sigur sína erligu meining um pensjónsreformin í tíðindunum á Rás 2 á middegi Hans Pauli Strøm sigur kortanei til at hækka pensjónsaldurin úr 67 uppí 71 ár. Hetta var annars eitt av uppskotunum í einari greining, sum ein arbeiðsbólkur undir Fíggjarmálaráðnum og Landsbankanum hevur gjørt.

Hans Pauli Strøm er eisini sera fortørnaður um, at almanna- og heilsumálaráðið, sum varar av pensjónsøkinum, ikki er tikið við uppá ráð í greiningini, sum varð sent á gøtuna í hesi vikuni.

- Tað kemur als ikki uppá tal at hækka pensjónsaldurin. Tað hevur nógv størri týdning at skipa eina munagóða eftirlønaruppsparing heldur enn at hækka pensjónsaldurin, sigur Hans Pauli Strøm við Sosialin í dag.

Hoyr beinleiðis samrøðu við Hans Paula Strøm í tíðindunum á Rás 2 á middegi. Harumframt hevur Sosialurin í dag drúgva samrøðu við landsstýrismannin við almanna- og heilsumálum.