Hansa Petersen leggur frá sær sum deknur

- Tað er vist, at hennara partur liggur ikki eftir, siga tey í Sjóvar kommunu

 

 

Umframt at vera deknur, er hon eisini kirkjusangari, sangari við jarðarferðir og vaskifólk í kirkjuni.

 

 

Eftir 25 árum sum deknur í Sjóvar kirkju, hevur Hansa Petersen nú valt at leggja frá sær.

 

Hansa Petersen er ikki bara deknur í kirkjuni.

 

- Í mong ár var hon í kirkjuráðnum, eisini sum forkvinna. Hon er millum annað kirkjusangari, sangari við jarðarferðir og vaskifólk í kirkjuni. Tað er vist, at hennara partur liggur ikki eftir. 

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.

 

Í  samband við, at Hansa Petersen leggur frá sær, var í gjár fráfaringarløta undir kirkjugongdini í Sjóvar kirkju, og eftir gudstænastuna vórðu øll boðin til ein drekkamunn í kirkjuhúsinum.

 

 

 

 

 

Umframt at vera deknur, er hon eisini kirkjusangari, sangari við jarðarferðir og vaskifólk í kirkjuni.