- Dómarin var ein skandala, er kontanti dómurin hjá Hanusi Thorleifsson um avrikið hjá estiska dómaranum, Roomer Tarajev, sum dømdi dystin í Champions League undankappingini millum B36 og FC Valetta, sum endaði 2-1 til B36, men Valetta fer við samanlagdum 2-2 javnleiki víðari uppá mál skorað á útivølli.
- Hetta er ein ótrúliga tóm kensla, sigur Hanus Thorleifsson um kensluna hann stendur við aftaná súra samanlagda tapið, har Valetta fekk marginalarnar við sær. Hanus Thorleifsson harmast eisini, at B36-verjan ikki ruddaði burtur við tað maltesiska málið, umframt, at hann harmast, at B36 ikki gagnnýtti sínar málmøguleikar betur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Hanus Thorleifsson segði við Trónd Arge á Rás2 aftaná 2-1 sigurin á Valetta á ovara vølli í Gundadali í kvøld.