Hanus hevur skrivað bók um Hans Andrias

Hanus Kamban hevur skrivað bókmentaliga ævisøgu um Hans Andrias Djurhuus

Hann eigur 90 sangir í Songbók Føroya fólks. Í tí frálíku Barnasangbókini, sum Mentamálaráðið gav út í fjør, eigur hann ta størstu tekstnøgdina, 13 sangir. Hansara sangir verða sungnir við alskyns høvi, á føðingardøgum, í brúdleypum, í veitslum, í skúlum, á barnagørðum og vøggustovum og – sjálvsagt og ikki minst – tá midnáttarsangurin ljóðar á ólavsøku.

 

Hann eitur Hans Andrias Djurhuus. Nýggj bók um Hans Andrias verður løgd fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Bókin er ein bókmentalig ævisøga. Høvundurin er Hanus Kamban.
 

Sum høvundur læt Hans Andrias úr hondum yrkingasøvn, skúlabøkur, barnarímur, sjómansrímur, søgusøvn, ævintýr, sjónleikir, eitt lítið sálmasavn og eina skaldsøgu.


Bókin um Hans Andrias er ein bókmentalig ævisøga. Í hesum liggur, at høvuðsdenturin er lagdur á at umrøða og viðgera skaldsins bókmentaligu tekstir og – í summum førum – kanna eftir, um ævisøguligar upplýsingar kunnu varpa ljós á einstakar teirra.

Bókin um Hans Andrias er tilsamans 804 síður og verður útgivin innbundin í tveimum bindum. Bókin fæst á framløgudegnum fyri serprís. Eisini ber til at fáa eintøk signerað av høvundinum.

Framløgan í Norðurlandahúsinum verður sunnudagin 21. juli kl. 16.00. Við hetta høvi fer Páll Danielsen at lesa nakrar yrkingar eftir Hans Andrias. Somuleiðis fara limir í Tórshavnar Manskóri at syngja nakrar sangir eftir skaldið. Hanus Kamban fer at hugleiða um Hans Andrias, sjógvin og barnið. Framløgan endar við felagssangi.