Í kvøld verður bókaframløga í PANAME í H.N. Jacobsens bókhandli.
Rithøvundurin Hanus Kamban greiðir frá sínum nýggja søgusavni – sum hevur heitið TAÐ LOVAÐA LANDIÐ og kom út fyrr í summar. Høvundurin fer at røða um stuttsøguna sum tekstslag - sæð í samanburði við eitt nú skaldsøguna og yrkingina - og um yrkistekst og fiktión.
Eisini fer hann at umrøða kærleikans ymisku hamir ella andlit – m.a. góðsku (agape), ást (eros) og sublimering - og spyrja, í hvønn mun hesi aspekt kunnu sættast ella samvirka. Hann fer at siga eitt sindur um søgurnar í sínum savni og seta tær í samband við kærleikans ymisku andlit. Eisini verður nomið við tekstsløg sum realismu, ævintýrtekst og vísindaskaldskap. Høvi verður at seta spurningar. Møguleiki verður at keypa bókina við høvundsins autografi í.
Tiltakið byrjar kl. 20. Øll eru vælkomin.