Hanus: Kennist sum tap

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøðurnar André Olsen gjørdi við Hanus Thorleifsson og Johan T. Davidsen her

Hóast B36 varðveitti sína fimm stigs leiðslu í oddinum í effodeildini við 2-2 javnleikinum ímóti HB í Gundadali í dag, so var miðvallarin hjá B36, Hanus Thorleifsson illa hýrdur, tá André Olsen fekk orðið á hann aftaná dystin. Hanus ergraði seg um tann mista sigurin, sum kundi givið B36 eitt stórt andarúm í oddinum.

 

André Olsen fekk eisini orðið á verjuskansan hjá HB, Jóhan Troest Davidsen, sum var munandi betur foreintur við javnleikin enn Hanus Thorleifsson.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Hanus Thorleifsson og Jóhan Troest Davidsen søgdu við André Olsen aftaná dystin.