Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta lógina um Happadráttin úr gildi Tað er Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum hevur lagt uppakotið fram, og verður uppskot hennara samtykt, fer Happdrátturin í søguna eftir at hava virkað síðani 1950.
Landsstýriskvinnan sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at tíðin er farin frá Happadráttinum. Eftir hennara tykki er tað ikki ein uppgáva hjá landsmyndugleikunum at skipa fyri happadrátti, sum í veruleikanum er ein háttur at veita stuðul til vælgerandi endamál.
Síðani fyrst í nítiárunum er sølan av happadráttarseðlum minkað støðugt, og avlopið hevur verið minkandi.