Í Kvinnuhúsinum royna tey at gera jólini so góð sum til ber, hjá teimum sum búgva á kreppumiðstøðini.
Judith Signhild Finnsson og Frida Jóanesarson Dam, starvast sum ráðgevarar í Kvinnuhúsinum. Teirra royndir siga, at ofta er friðarligt í Kvinnuhúsinum á jólum tí tær flestu ynskja at vera heima um høgtíðina.
Í Kvinnuhúsinum verða tær eggjaðar til at gera avtalu við onkran sum tey kenna, og sum kann hjálpa, soleiðis at tær kunnu hava eini góð jól.
- Vit fyrireika kvinnurnar uppá jólini, spyrja hvussu tær plaga at gera á jólum, og um tær hava møguleika at geva børnunum jólagávur, um ikki so hjálpa vit teimum við tí. Børnini fáa altíð jólapakka frá Kvinnuhúsinum, og onkuntíð eru vælgerandi felagsskapir sum eisini lata gávur.
Gerandisdagurin á Kvinnuhúsinum er skipaður soleiðis, at starvsfólk eru í húsinum gerandisdagar millum 8-17. Uttanfyri vanliga arbeiðistíð, svara sjálvboðin telefonini heimanífrá.
Tær sum búgva í Kvinnuhúsinum skipa síni egnu jól. Onkuntíð er tørvur á at starvsfólkini eru um kvinnurnar í nakrar tímar á jólum.
Um jóltíðir verður nógv gjørt við at hugna um.
- Vit gera tey vanligu tingini sum eisini verða gjørd heima, baka og pynta. Ofta er tað so, at tær sum búgva her hava ikki orkuna sum skal til, og tí er tað starvsfólk sum taka sær av jólastákanini. Men kvinnurnar eru hjartaliga vælkomnar at vera við í hesum, um tær hava hug til tað.
Royna at halda út um høgtíðina
Tey flestu sum eru rakt av harðskapi, ynskja at vera heima á jólum, og aðrar feriudagar. Tí fær Kvinnuhúsið ikki nógvar áheitanir tá. Hetta merkir kortini ikki at harðskapur ikki fer fram høgtíðisdagarnar.
- Harðskapur fer avgjørt fram á jólum. Vit síggja nógv børn og familjur, sum greiða frá jólunum, og tað eru ikki altíð góð minnir tey hava við sær.
Ofta vísir tað seg, at tey harðskapsraktu ikki leita sær hjálp á jólum, men bíða til høgtíðin er av.
- Øll vilja at tað skal vera hugnaligt á jólum, tí halda tær út og bíða við at fara. Tær hugsa at vit skulu bara vera ein góð familja, og hesir dagarnir skulu bara rigga. Tá skundmikla tíðin er av, klára tær ikki meira.
Í okkara samfelag, verða stór krøv sett til jólini. Vit ganga høgt uppí at hetta skal vera ein gleðihátíð. Tað kann vera torført hjá teimum harðskapsræktu, at keypa jólagávur, tí summar hava ikki ræðisrættin á síni egnu kontu, og noyðast at biða mannin um pengar, hetta kann vera ógvuliga eyðmýkjandi.
- Vit hava hoyrt kvinnurnar greiða frá, at tær sluppu ikki at keypa jólagávur, og um tær keyptu skuldu tær vísa kvittanina. Summar noyðast at biða um pengar til jólagávur, og tær sleppa bara at keypa smáar og praktiskar gávur, sum hosur, sjampodunkur og annað.
Kvinnur sum hava bráðfeingistørv á hjálp, kunnu ringja til 317200. Kreppumiðstøðin hjá Kvinnuhúsinum svarar alt samdøgrið.