Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir tóku móti Akranesi á Víkingsvøllinum í Reykjavík.
Longu í níggjunda minutti legði Stígur Diljan Þórðarson Víking á odda 1-0. Stígur Diljan Þórðarson økti til 2-0 í 33. minutti, men beint undan steðginum minkaði Akranes um munin til 2-1. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og so kundi Víkingur leggja trý stig aftrat teimum 14 teir høvdu undan dystinum í kvøld.
Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar í 82. minutti ein góðan stútara móti málinum hjá Akranesi, men málverjin bjargaði í stórum stíli.
Víkingur Reykjavík er fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 17 stigum fyri átta dystir. Teir eru eitt stig frammanfyri Vestri og Breiðablik. Breiðablik hevur tó spælt ein dyst færri.
Komandi hósdag - kristihimmalfaradag - klokkan 15 verður toppdystur á Ísafirði. Tá tekur Vestri móti Víkingi á Kerecis leikvøllinum.