VIDEO: Sigurin hjá Flensburg og tapið hjá Kiel í FINAL FOUR

(Video) Her eru samandráttirnir frá hálvfinalunum í EHF European League

Fyrr í dag eydnaðist tað Jóhan á Plógv Hansen og liðfeløgum hansara í Flensburg-Handewitt at vinna seg í finaluna i EHF European League aftaná 35-34 sigur á Melsungen í Barclay´s Arena høllini í Hamburg. Tað stóð á jøvnum 28-28 aftaná vanliga leiktíð. Í steðginum var Flensburg á odda 16-15. Jóhan skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel taptu í hálvfinaluni tepurt 31-32 fyri franska liðnum, Montpelier. Í steðginum var Kiel á odda 17-16. Elias skoraði trý mál upp á seks málroyndir.

 

Flensburg og Montpelier spæla finalu í Barclay´s Arena høllini í morgin klokkan 17. Klokkan 14 byrjar dysturin um triðja plássið millum Kiel og Melsungen.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Melsungen-Flensburg 34-35. Á brotinum sæst ein risa møguleiki Jóhan hevði at økja til 36-34 til Flensburg heilt móti endanum av longdu leiktíðini:

 

##med2##

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Kiel-Montpelier 31-32. Á brotinum sæst Elias leggja upp til mál og skjóta mál:

 

##med3##