Harley í Føroyum eitur nú Riders

HD.fo – Harley Davidson Føroyar hevur pr. 1 mars 2008 broytt forrætningsstruktur og navn. Nýggja firmanavnið er: Sp/f Riders.

Heimasíðan skiftir frá HD.fo til: www.riders.fo, og mail adressan er: info@riders.fo


Telefon og fax er óbroytt. Handlinum og verkstaðurin eru enn sum áður í Jónas Broncksgøtu 31, eins og skrivstovan og postadressan eru í Djóna í Geilsgøta 33.


Opið er gerandisdagar frá 16.30 – 18.00, leygardag frá 12.00 – 14.00 og sunnu- og halgidagar eftir avtalu. Tað er Ove Ritter í Havn, sum eigur og rekur Sp/f Riders.