Harra fíggjarmálaráðharri: 60 milliardir?

Fíggjarmálaráðharrin var skjótur at samanlíkna Eik´s ávirkan av føroyska samfelagnum og javnseta hana við við ávirkanina av Den Danske Bank og Nordea í Danmørk. Og tað var uttan iva fyrsta fyrireiking av at fáa fólkið at eta komandi kamelarnir og lata upp til 600 lántar mill. kr.

- úr landskassanum, ið eftir fíggjarmálaharrans mátistokki svara til 60 milliardir danskar krónur úr danska statskassanum til nevndu tveir donsku bankarnir, men hesa samanbering fer hann helst ikki at gera, tí hon tænir ikki endamálinum.??Sjúkrahús, skúlar, bústovnar, pensionistar, sálarsjúk o.o.treingjandi hava staðið fyri skotum leingi, tí tey  vera søgd at vera ov dý fyri landskassar. Lønmóttakarar vera kravdir eftir lønarsteðgi, meðan skattir og avgjøld vera sett upp, samstundis sum tað frammanundan er nógv dýrari at liva í Føroyum enn í Danmark, sjálvt um Danmark telist millum tey dýrastu londini at liva í.??Alt hetta og meira, ið eg kann venda aftur til, meðan báðir stjórarnir fáa uml. 7,5 mill. kr. sum fráfaringarheilsan fyri góða og trúgva tænastu út av eggini svarar til eina samlaða lønmóttakaraløn yvir 25 ár. Stik den.??Harra fíggjarmálaráðharri! Lætt er at rista breiðar reimar áannan mans húð, alt meðan tey seku, ið hava skúma fløtan og framhaldandi ætla, at so skal vera, telja mill. upp úr felagskassanum við tínum vælsignilsi til nýggj ævintýr. Eg trúi, at tú hevði lært av 90'unum, har fyrst og fremst tey áðurnevndu bóru byrðarnar, meðan tey seku gingu frí. Men at síggja til, so hevur tú einki lært og einki gloymt. Alt er status quo. Tey privatu skúma fløtan, gjalda tann skatt teimum lystir og brúka landskassan sum sparigrís tá á stendur.??Harra fíggjarmálaráðharri! Kanningar vísa at alt fleiri venda tær og tínum sokallaða arbeiðaraflokki bakið, tí tey hava funnið út av, at lítil og eingin samanhangur er millum orð og gerðir. So áðrenn eingin sær mun á tær og Jørgin, so átti tú kanska at hugt í spegli og mint teg á, hvat  tann flokkur, ið hevur borðið teg til valdið, eigur at standa fyri bæði tá tað er silvitni, men sanniliga eisini, tá ið brýtur í bæði borð og so sett kós hareftir??Livandi síl svimja móti streyminum. Deyð reka undan.