Harry Jacobsen 65 ár

Í dag, mikudagin 20. oktober fyllir Harry Jacobsen á Toftum 65 ár

Harry er toftamaður, foreldrini vóru Amalia og Anton í Nýggjagerði á Toftum.

Sum 17 ára gamal fór hann at sigla. Hann sigldi við "Phebe" og "Hans Oliver Højgaard", seinni "Morgunroðin", í 20 ár, og við rækjutrolaranum "Kristinu Logos" í 7 ár.

Seinastu 20 árini hevur hann siglt sum stýrimaður við skipum hjá Skipafelgnum Føroyar, mest við farmaskipinum "Lómi".

Harry tók skiparaprógv í 1965, og 1969 giftist hann við Solveig, f. Danielsen, ættað úr Vági. Tey eiga 5 børn og sjey ommu- og abbabørn.

Føðingardagurin verður hildin í heiminum á Toftum fríggjadagin 22. oktober.