Søgan um Harry Potter tykist ongan enda at taka.
Viðurkendi bestseljara-listin hjá The New York Times vísir, at als einki kann sammetast við metstóru undirtøkuna, sum bøkurnar hjá J.K. Rowling um lítla gandakallin við arrinum á pannuni hava fingið.
Á listanum yvir mest seldu bøkurnar við harðari permu, sum hava selt mest, liggja fimm titlar um Harry Potter millum tær fyrstu seks barnabøkurnar. Fimm bøkur eru komnar út um Harry Potter, so tað er mest sum gandur.
Ovast liggur nýggjasta bókin »Harry Potter and the Order of Pheonix«, sum enn ikki er komin á føroyskum. Hon var eisini nummar eitt í síðstu viku og hevur ligið tíggju vikur á hittlistanum. Tað vil siga síðan, hon kom út. Harry Potter og fangin úr Azkaban er nummar tvey og hevur ligið 177 vikur á listanum, og síðan koma hinar slag í slag. Á fimta plássið kemur ein bók sníkjandi, ið kallast »Artemis Fowl: The eterenity Code«, men á sætta plássi liggur aftur Harry Potter og kamarið við loynidómum.
Á listanum yvir bøkur við bleytari permu er sama skilið. Ovast liggur Harry Potter og eldbikarið og næstu tvær bøkurnar eru eisini um Harry Potter, og á sætta plássið kemur hann afturíaftur.
Forlagið Bloomsbury kann sjálvandi bara fegnast um góðu undirtøkuna, tí rithøvundurin J.K. Rowling hevur syrgt fyri, at næstu árini hjá forlagnum vera gylt.
Bloomsbury hevur longu staðfest, at tvær bøkur afturat koma um Harry Potter, og at hildið verður fram at gera filmir til bøkurnar. Samstundis viðgongur forlagið, at seinasta bókin »Harry Potter and the Order of Phoenix« hevur økt søluna av teimum undanfarnu bókunum.
Bókin seldi 1,77 milliónir eintøk longu fysta dagin, sum var næstan fimm ferðir so nógv sum fjórða bókin seldi, og hevur sum nevnt ligið ovast á bestseljaralistanum síðani. Bloomsbury kann fegnast um, at partabrøvini hava fingið tvífalt virði seinastu tólv mánaðirnar og eru áttafaldað síðstu fimm árini.
Bergur Rasmussen kýtir seg í løtuni við at umseta seinastu bókina til føroyskt, og hon kemur væntandi út til jóla.