Harry varð føddur 26. juni 1921, foreldur hansara vóru Kristina á Trøðni og Johan hjá Vágaheina, bæði úr Havn. Í heiminum í Kongagøtu vuksu tey 4 systkini upp undir tryggum umstøðum og tá barnaskúlin var frá hondini byrjaði arbeiðsdagurin hjá Harry, øll arbeiðspláss hansara vóru á leiðini Tórsgøta; hann var fyrst í kjøthandlinum undir Sjómansheiminum, tey róptu »Esbjerg«, síðan í Sápufabrikkini, sum tá var í Tórsgøtu, har vaskaríið seinni var. So var hann í handlinum hjá Karl hjá Vágaheina í Steinagøtu, har hann var krambakallur, seinni eisini bókhaldari. Men tað var sum forrætningsførari í sjúkrakassanum, Harry hevði sín drúgva arbeiðsdag. Hann tók við hesum starvi 1. januar, 1946 og røkti hann hetta starv til fulnar, til hann fór frá fyri aldur. Millum manna er Harry kendur undir navninum Harry í Sjúkrakassanum.
Tá Bette og Harry giftust í 1949 og settu búgv uppi í Gundadali var tað sjálvsagt við bjartastu vónum. Men longu 8. august 1950 brustu vónir. Tann alfagra summarmorgunin vóru fløggini vundin í hálva stong í Havn. Bette hevði átt væl skapt gentubarn, men lagnan vildi, at mamman, 27 ára gomul, lat lív.
Samstarvið við Harry tey nógvu árini hava sett spor á so mangan hátt. Hansara serligu evni at skipa fyri og at syrgja fyri at tingini riggaðu vóru ofta avgerandi. Tú fekst innlit í so mangt og ymiskt undir hansara lið, tí hann var í øllum felagsarbeiði hin álítandi og samstundis kravmikli og ikki minst ídni, soleiðis, at tað hann legði úr hondum var, sum tað skuldi. Evnini at samvinna dugdi hann, og hann hevði serlig evni at geva frá sær. Var ikki kargur, tá um ráddi at vegleiða, veita frá sær kunnleika og tað lá í honum, at alt hann hevði um hendi varð væl frágingið. Soleiðis var hann í felagsvirksemi, og hetta var eyðkenni hansara í dagliga starvinum.
Harry giftist uppaftur við Emmy í 1965 og vit eru mong, sum kunnu sanna orðafellið »maður kemur í mans stað«, tá húsfrúa aftur kom í heimið í Gundadali. Emmy hevði tá sitið einkja við tveimum gentum aftaná vanlukkuna í 1959 við Hans Hedetoft. Emmy og Harry eiga dóttrina Annu Kristinu, sum gift er og búsitandi í Jútlandi.
Tað eru ikki tær nógvu vikurnar síðan vit sóu Harry á fótum. Hann hevði altíð góðan vilja og var áhaldin, eisini eftir at sjúka merkti hann. Tey mongu tingini, hann fegin vildi gjørt, tosaði hann ofta um, virkin og umhugsin sum hann altíð var. Nevnast kann, at hann var virkin í vitjunartænastuni hjá Reyða Krossi. Saman við Ejler Rubeksen røkti hann sínar vitjanir.
Av mongum áhugamálum, eitt var filateli - frímerkjasavnari - var Harry virkin brævaskrivari; hann hevði brævaskifti við mong uttanoyggja, og tað var ikki bara so hissini. Frásagnirnar frá víðfevnda brævaskiftinum hevði Harry mangan frammi á losjufundi, tað var tíðum sera áhugavert.
Stóra felagsáhugan hevði Harry í fráhaldsrørsluni, hann var limur í losjuni Støt Viljen í Havn frá ungum av. Fyrst í barnalosjuni »Summardáin«, sum varð stovnað í 1933. Í Ungmannadeild N. I. O. G. T.s var hann frá tí fyrsta eftir stovnanina í 1936 og sat í nevnd, og serliga vóru boð eftir honum at skriva, tá roknskapur skuldi fáast frá hondini; sum heild var hann hon munagóði í tí dagliga strevinum at halda felagsskapinum uppi, geva honum lív og álit millum manna.
Tá forlagið Mál & Mentan fór undir at geva út »Glaðustrok« í 1948 var Harry sjálvsagt ein av eldsálunum; hevði um hendi roknskapin í mong ár og eisini var hann blaðstjóri langt áramál. Harry var fyrsti leiðari av Føroya Stórlosju, landsfelagsskapinum hjá Goodtemplararørsluni, sum varð stovnaður í 1957 og hevði ábyrgdarstarv í samfull 24 ár.
Harry var 78 ár, nú hann legði árarnar inn. Hóast árini, so mettu vit hann ongantíð gamlan. Í sinninum var hann altíð fúsur og var kvekjarin, tí hann vildi so felgin, at nakað hendi til felags bata.
Hjá tær, Emmy serliga og gentunum verður tómrúmið at standa eftir. Tykkum siga vit okkara samkenslu. Men ein uggi er at vita sær, at hava átt ein sínámillum, sum ongantíð gavst á hondum í strembanini eftir at virka, meðan tíð var. Og tað var Harry.
Frið lýsa vit yvir minnið um heiðursmannin Harry S. Johansen.
jl.