Í komandi viku fara háskúlanæmingar at standa í handlinum hjá Reyðakrossi, og fara at vísa øllum, ið koma á gátt, hvussu ein kann keypa kul og smart klæðir fyri næstan ongan pening.
Tað eru næmingarnir á heystskeiðinum á Føroya Fólkaháskúla, sum, í samstarv við Reyða Kross, standa fyri hesari verkætlan. Skeiðið varar í fýra mánaðir, og ein stórur partur av skeiðinum hesafer, snýr seg um endurnýtslu og móta.
- tað byrjaði við at vit vóru so heppin á hesum skeiðinum, at vit hava næmingar ið eru øgiliga dugnaligir innan at taka myndir, gera hár, og sum hava eitt gott eygað fyri snið og styling. Tá ið vit síðani tosaði um at hava eina verkætlan innan endurnýtslu, hildu vit tað verða sera spennandi at koma inn í Reyða Kross, og lova næmingunum at fylgja allari processini viðvíkjandi teirra endurnýtslu av klæðum, sigur Elin Lindenskov, sum saman við næmingunum stendur fyri verkætlanini.
Næmingarnir byrjaðu við at fara inn á goymsluna hjá Reyða Krossi, at síggja øll tey klæðini, ið tey hava savnaði har. Tá ið næmingarnar síðani høvdu skilt klæðini, og valt tey burturúr, sum tey hildu egnaði seg best til ung, so fingu tey øll tey klæðini niðan á Háskúlan.
- Vit hildu tað verða øgiliga læruríkt hjá næmingunum at síggja hvussu tey gera har, og tey hava millum annað lært, at tað koma heili 75 tons av klæðum inn til Reyða Kross um árið, so tú kanst bara ímynda tær hvussu nógv klæðir í Føroyum verða tveitt burtur, sigur Elin.
Eftir at hava fingið klæðini niðan á Háskúlan hava tey brúkt nógva tíð upp á at seta klæðir saman, styla tey, og síðani at finna støð til at taka myndir av klæðunum til lýsingar, sum tey síðani hava hongt upp runt í býnum.
- Tey hava øll verið ein partur av verkætlanini, og hava sjálvi verið bæði frisør, fotografur, og stylistur. Burtursæð frá at tey hava fingið góða hjálp til at prenta lýsingarnar, so hava tey gjørt alt sjálv, sigur Elin.
Í komandi viku koma næmingarnir, saman við fólki frá Reyða Krossi, at verða í handlinum. Tak tær stundir, kom ein túr framvið, og tú fert út aftur nýklødd/klæddur frá top til tá.