Egin Henriksen
Nú at gráta rossatár yvir søluna av Føroya Banka, og harvið eisini tað vaksandi sosialu gjónna í Føroyum.
Er tann vanligi føroyingurin ”reyvrendur”, og tað er hann allarhelst, so hevur tú og restin av samgonguni fulla ábyrgd av hesum.
Samgongan undir javnaðarleiðslu hevur lítið annað gjørt enn at lívga teimum, ið høvdu ivaleyst frammanundan.
Tað byrjaði við, at Javnaðarflokkurin meldaði út, at ”stættarstríðið var av” – uttan at siga fólki frá, hvør vann. Síðan komu skattalættarnir til tey vælbjargaðu, og sum um tað ikki var nóg mikið, bleiv tað loyvt at trekkja rentur av lánum til partabrævakeyp frá í skatti. Skal alt hetta ikki breiðka ta sosialu gjónna - gera munin millum rík og fátøk størri, so kann alt gera tað sama.
E.S. Nú mundi eg gloymt fiskivinnulóggávuna og orðið ”kann”. Hvussu var við hesum???. Var hetta málið ikki ógvuliga nær við eisini at ”stinka.”