-Hatta hevði eg væntað

Tilmælið frá ICES kemur ikki óvart á formannin í Løgtingsins vinnunevnd.

-Tað ljóðar líka illa allastaðni, so eg hevði væntað mær ein dapran boðskap um toskin. Tí kemur tilmælið frá ICES ikki óvart á meg, sigur Henrik Old.

 

Sum formaður í Løgtingsins vinnunevnd skal hann standa fyri teirri politisku viðgerðini, tí sjálvur er hann ikki í iva um, at støðan skal takast í størsta álvara. Eitt veiðibann kemur ikki upp á tal, tí so skal so nógv annað gerast, men formaðurin í vinnunevndini hevur longu gjørt sær sínar tankar um, hvat kann gerast.

 

-Eg fari í hvussu er at skjóta upp, at Føroya Banki verður stongdur næsta fiskiár, og harafturat eiga vit at umhugsa at steingja ávísar leiðir, sum eru uppvakstrarøki hjá toski, sigur Henrik Old.

 

Sjálvur mælti hann longu í fjør til at steingja Føroya Banka, men fekk ikki politiska undirtøku fyri tí, og hann væntar ikki, at tað verður nakað lættari hesaferð.

 

-Hetta verður eitt strævið politiskt talv, sigur Henrik Old.