Hatta var ikki serliga smart

- Eg eri ikki fegin um fleiri fakfeløg nú hava avlýst verkfallið í næstu viku, men vit kendu treytirnar, sigur formaður í Postfelagnum

Verkfall

- Eg haldi ikki, at talan var um nakað stórt brotsverk. Men tað var í øllum førum illa umhugsað.
Sunleif Højgaard, formaður í Føroya Postefelag, er harmur um støðuna, sum er íkomin ímillum fakfeløgini eftir at 25 fakfeløg týsdagin samdur sum at fara í eitt 24 tíma langt mótmælisverkfall á midnátt hóskvøldið.
Hóast fleiri feløg síðani hava avlýst verkfallið, ætlar Postfelagið at standa við semjuna, sum er gjørd- í hvussu so er sum støðan er í løtuni
­-Vit hava ikki viðgjørt støðuna eftir at fleiri feløg hava avlýst verkfallið aftur, so fyribils liggur onki annað í kortunum, sigur formaðurin.
Hann ásannar kortini, at tað er ein nýggj støða, nú fleiri feløg hava avlýst verkfallið aftur og hann heldur, at verður fráfallið størri, fer Postfelagið eisini at umhugsa sína støðu. Enn er kortini ongin fundur í Postefelagnum avtalaður.
Hóast Postfelagið ikki hevur viðgjørt støðuna aftur, staðfestir Sunleif Højgaard fyri sína egnu rokning, at ein partur av grundarlagnum er dottin undan verkfallinum.
- Men mótmælið frá fakfeløgunum hevur longu tænt sínum endamáli við tað, at vit hava gjørt vart við, hvussu álvarsamt vit meta støðuna.
Orsøkin til at fleiri feløg hava avlýst verkfalli er, at forkvinnan í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar tosaði í Fimmaranum mikudagin um stríðið á føðideildini, hóast feløgini høvdu avtalað, at tann ósemjan skuldi haldast heilt uttanfyri mótmælið hjá fakfeløgunum.
Tað vil formaðurin í Postfelagnum ikki so so nógv um.
Hann vil kortini ikki ikki siga, at tað var skeivt av forkvinnuni hjá sjúkrarøktarfrøðingunum at siga sína hugsan í Fimmaranum.
- Men tað var í hvussu so er ikki tað smartasta. Støðan á Landssjúkrahúsinum er sera spent og tí var tað betri ógjørt, leggur hann afturat.
Kortini viðurkennir Sunleif Højgaard at vit hava talurætt í Føroyum, men í  hesum føri fekk tað so tær avleiðingar, sum vóru væntandi.
- Eg haldi ikki at forkvinnan í felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingarnir hevur forbrotið seg so ógvulisliga. Men sum støðan var, gjørdust hetta ein trupulleiki og tað var ikki óvæntað, tí feløgini høvdu eina greiða semju um at ósemjan á Landssjúkrahúsinum skuldi ikki dragast upp í málið.
- Tí kendu allir partar fortreytirnar. Men eg eri harmur um, at hendan støðan er íkomin.
- Men hetta broytir kortini ikki ta støðu, at øll fakfeløgini framvegis eru púra samd um, at tey góðtaka ikki, at fútarætturin verður brúktur at steðga ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Tí heitir hann staðiliga á bólkin, sum arbeiðir við tí víðkaða gerðarrættinum um at gera seg lidnan.  
 
 
Fleiri feløg avlýst verkfallið
 
Tað var týskvøldið, at  25 fakfeløgini samdust um at fara í verkfall fyri at mótmæla at landsstýrið brúkar fútarættin at steðga ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Verkfallið skuldi bara raka tann partin av virkseminum hjá hesum feløgum, sum hevði við landið at gera.
Tað var ósemjan á føðideildini, sum fekk Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at lýsa verkfall á teimum trimum sjúkrahúsunum og á heilsuskúlanum í Suðuroy.
Hetta fekk landsstýrið at leggja málið fyri fútarættin við kravið um, at bann varð sett fyri verkfallinum og tað fekk landsstýrið viðald í.
Hetta var beinleiðis orsøkin til, at fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum samdust um at fara í 24 tíma verkfall frá á midnátt hóskvøldið 19. mai til á midnátt fríggjavkøldið 20. mai.
Men fakfeløgini løgdu størsta dentin, at verkfallið er eina og aleina lýst fyri at mótmæla prinsippinum í, at Lansstýrið brúkar fútarættin til at steðga eini ósemju á arbeiðsmarknaðurin.
Sostatt løgdu tey samstundis størsta dentin á, at hetta hevði onki við ósemjuna á føðideildini at gera og at tann ósemjan skuldi undir ongum umstøðum dragast uppí hetta tiltakið hjá fakfeløguum.
Verkfallið var einans ætlað at vísa myndugleikunum, hvussu álvarsamt fakfeløgini meta tað, at landsstýrið brúkar fútarættin sum eitt arbeiðsrættarligt amboð.
Men í Fimmaranum mikudagin umrøddi forkvinnan í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar ósemjuna á føðideildini í eini sending, sum snúði seg fútarættin sum arbeiðsrættarligt amboð.
Tað hevur fingið fleiri fakfeløg at avlýsa verkfallið aftur, tí tey siga, at hetta er brot á eina greiða avtalu ímillum fakfeløgini.
Hóast fleiri feløg hava avlýst verkfallið, standa tey fast við semjuna ímillum fakfeløgini um at mótmæla, at landsstýrið leggur arbeiðsósemjur á arbeiðsmarknaðinum.
Kortini er tað greitt, at fleiri onnur feløg standaf ast við fráboðaða verkfallið.
Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á Janu H. Dalsgaard, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.