Hava allir sovið í tímanum?

Viðmerkingar til valgrein eftir Ásu Olsen 9.1.04.

Sunneva Tyril, heilsuatstøðingur


Tað er við undran, eg havi lisið nevndu valgrein, og eg haldi, tað eru ikki bert tingmenn, ið brádliga eru vaknaðir, men eisini onnur, ið áttu at gjørt nógv meira vart við seg, og sum vegna serligan kunnleika til støðuna áhaldandi og við harðari rødd kundu mint politikararnar og alt Føroya fólk á neyðina hjá okkara gomlu, sum onga heimarøkt fáa.
Ása Olsen sigur, at hetta seinasta árið hevur støðan í heimarøktini verið framúr vánalig, og at skipanin hevur 30 ár á baki og er nærum syndrað, og at bíðilistar til heimarøkt eru um alt landið. Ása vísir eisini á, at nógv vápn verða nýtt til tess at fáa fatur á veljaranum.
Flokkurin, ið hetta val-evni umboðar, hevur sitið í samgongu í 6 ár og havt eldraøkið um hendur í 4 ár - frá 1998-2002. Hetta sama valevni situr ovarlaga í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum er partur av tí samgongu, sum verður ákærd fyri einki at gera við eldraøkið. Við hesum ákærir hon eisini seg sjálva, eisini fyri brotin vallyfti frá seinasta løgtingsvali.
Ása Olsen er formaður í Heilsurøktarafelagnum við um leið 300 limum, sum teir alraflestu arbeiða í heimarøktini. Hevur nakar sæð henda formann skipa fyri mótmælisfundum ella eggja limir sínar til at gera bart vegna tey, ið fáa heimarøkt, og vegna bíðilistarnar? Nei, Ása, tú hevur ikki sent svartaper víðari, men hildið hann dygst at tær sjálvari, men ert síðani vaknað eins brádliga og hini og billar fólki inn, at tað er sera umráðandi at velja teg inn á ting, so at støðan hjá teimum gomlu skal broytast. Eingin hevur havt so góðar møguleikar at gera nakað við hetta mál sum tú, sum ert formaður fyri eitt stórt felag, har limirnir hava sera góðan kunnleika til trupulleikarnar á eldraøkinum, og har afturat ert tú virkin á politiska vígvøllinum.
At enda fari eg at heita á øll valevni: Gevið uppat at nýta tey gomlu til valagn. Tey hava annað uppiborið! Annars gott val.