- Nú kundu vit gott hugsað okku at fingið eitt greitt svar
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági er farin at ótolnast.
Í hesum døgum eru tað fimm ár síðani at Vágs Býráð søkti landsstýrið um loyvi til at taka lán til at byggja nýggjan barnagarð fyri.
Umsóknin hevur havt eina umskiftiliga tilveru í landsstýrinum, tí upprunaliga varð hon send innlendismálaráðnum, men seinni varð hon flutt yvir í fíggjarmálaráðið.
Og har liggur hon framvegis, tí enn hevur býráðið onki svar fingið.
- Nú vilja vit hava at vita um tað verður egg ella ungi, sigur borgarstjórin.
Býráðið hevur sjálvt sett tríggjar milliónir av til barnagarðin og nú vilja tey hava at vita um tey sleppa at læna til barnagarðin.
- Verður svarið úr fíggjarmálaráðnum noktandi, vita vit tað og so kunnu vit brúka peningin til onnur átrokandi endamál, sigur Kirstin Strøm Bech.
At umsóknin um lán ikki avgreidd, merkir ikki, at málið hevur ligið heilt steindeytt.
- Stutt eftir at vit sendu umsóknina í 2005, fingu vit svar frá landsstýrinum, har tey bóðu okkum bíða eitt hálvt ár og so venda aftur.
Men so varð løgtingsval og málið varð flutt yvir í fíggjarmálaráðið og síðani hevur verið fundast og skrivast aftur og fram.
- Vit hava havt tríggjar skrivligar umbønir, eins og vit hava havt fundir við fleiri landsstýrisfólk, bæði í innlendismálum og í fíggjarmálum.
Borgarstjórin sigur, at seinast tey frættu úr fíggjarmálaráðnum er ikki so langt síðani.
- Men tað gongur strilti, tí í fíggjarmálaráðnum blíva tey við at hava nýggjar fyrispurningar og seta nýggj krøv.
Tað hevur ikki gjørt málið einfaldari, at eitt lán til ítróttarhøllina og fótbóltsvøllin í Vági er tengt upp í málið.
- Býráðið betalir lánið til fótbóltsvøllin og ítróttarhøllina, hóast tað er ein sjálvsognarstovnur, sum stendur fyri láninum.
- Sleppur býráðið at yvirtaka lánið, sum vit betala kortini, høvdu vit spart 200.000 í mvg um árið.
Men tað vil fíggjarmálaráðið treyðugt.
Kirstin Strøm Bech sigur, at nú hevur hon sent fíggjarmálaráðnum eina áheitan um at taka eina avgerð í málinum, so at vit vita um tað verður egg ella ungi
- Tað ber ikki til at blíva við at liva í óvissuni. Nú vilja vit hava eina avgerð, so at vit kunnu arbeiða víðari. Verður svarið ja, kunnu vit fara undir barnagarðin. Verður tað nei, kunnu vit brúka peningin til onnur endamál, sigur borgarstjórin í Vági.
110 børn
Barnagarðurin, sum Vágs Býráð roynir at fáa bygdan, er ein av teimum stóru.
Tilsamans verður pláss fyri 110 børnum í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla.
Barnagarðurin kostar einar 13 milliónir at byggja, men tað hevur kommunan ikki fíggjarliga orku til uttan víðari.
Skal barnagarðurin gerast veruleiki, verður sostatt neyðugt at fíggjarmálaráðið gevur Vágs Býráði loyvi at taka lánið, sum verður umrøtt í hinari greinini.
Í heilt rundum tølum er talan um eitt lán upp á einar 10 milliónir, sum kommunan má fáa loyvi at taka fyri at kunna byggja barnagarðin.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, sigur, at bankarnir hava játtað at veita kommununi lán.
Barnagarðurin er ein íløga í trivnaðin hjá ungum húskum í Vági.
Men talan er eisini um ein beinleiðis sparing.
- Sum støðan er nú, húsast barnaansingin í Vági tríggjar ymiskar staðir við vøggustovu, barnagarði, dagrøkt og frítíðarskúla og tað hevði verið bíligari hjá okkum at sloppið at bygt ein barnagarð, sigur borgarstjórin.
Vágs Kommuna hevur verið í sambandi við Sunda Kommunu, sum líkist Vági í fólkatali, men útreiðslurnar hjá sundalagsfólki til barnaansing eru munandi minni enn tær eru í Vági.
Les eisini greinina: Ein skjót avgerð er ikki altíð tað besta