Pensjónistar hava fingið 470 krónur meiri um mánaðin.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at tað er úrslitið av, at landsstýrið skerdi grundarupphæddina, men hækkaði viðbótina og gjaldið úr Samhaldsfasta ístaðin.
Bjørn Kalsø, tingmaður, hevur spurt hana, hvørja ávirkan tað fekk, at grundarupphæddin varð skert so ógvusliga, sum hann tók til.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at í 2016 varð grundarupphæddin hjá pensjónistum skerd 580 krónur um mánaðin, men afturfyri varð viðbótin hækka 150 krónur, umframt at samhaldsfasti hækkaði einar 900 krónur.
So tilsamans hava pensjónistar fingið 470 krónur meiri um mánaðin. Men her kann so leggjast afturat, at viðbótin og Samhaldsfasti eru skattskyldug, tað er grundarupphæddin í pensjónunum ikki.
Hinvegin hevur landið samanumtikið spart 21 milliónir við tað, at grundupphæddin lækkaði og viðbótin hækkaði.
Annars sigur Eyðgunn Samuelsen, at ætlanin er ikki at lækka grundarupphæddina enn meir.
Hon vísir á, at í løtuni verður roynt at fáa so nógvar flokkar sum gjørligt at semjast um eina persónssnýskipan og tær samráðingarnar vil hon ikki órógvað
Tí fær hon heldur einki sagt um, hvussu verður við grundarupphæddini í framtíðini. Hon vil heldur onki siga um, hvussu verður við pensjónsaldrinum.
Hinvegin heldur hon, at tað hvur stóran týdning, at arbeiðsmarknaðurin er smidligur.
Tí er tað sera týdningarmikið at tey ið orka, og hava hug at arbeiða aftaná at tey eru vorðin 67 ár, sleppa at halda fram at arbeiða.
– Eins stóran týdning hevur tað at fáa eina góða skipan, sum lofta teimum, ið av ymsum orsøkum ikki orka at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ár.