Hava fingið tveir nýggjar nevndarlimir

Maskinmeistarafelagið hevði ársaðalfund seinasta leygardag. Á nevndarvalinum stóðu John Højsted og Jóhan Mørkøre fyri vali. John Højsted, sum hevur sitið leingi í nevndini, boðaði frá, at hann tók ikki við afturvali.

 

Í nevndina vórðu valdir Ólavur Østerø og Rógvi K. Hansen og teir eru báðir nývaldir. Til tiltakslimir vóru valdir Poul Heri Selfoss og Róald Johannesen.

 

Á myndini eru tað Ólavur Østerø, Regin Olsen, Ólavur Gunnarsson, formaður, Tummas Eli Høj Joensen, Róald Johannesen og Poul Heri Selfoss. Rógvi K. Hansen var burturstaddur.