Hava funnið stóra grind

Grindin er funnin út fyri Hattarvík, veit Norðlýsið at siga.

Ein grind á umleið 300 hval er funnin eystur úr Fugloynni.

 

Tað skrivar Norðlýsið nú í kvøld.

 

Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur við Norðlýsið, at avgerð er tikin um ikki at halda henni til har norðuri, men at boð eru send til Havnar, soleiðis at hon kann rekast inn í Havn. Um tað verður til nakað, er ikki greitt enn.

 

Dagføring klokkan 19:18: Sambært Dimmalætting, sum hevur tosað við sýslumannin í Havn, verður grindin ikki rikin til Havnar, tí tað verður myrkt skjótt.

 

Politiið sigur nú klokkan 19:38, at avgerð nú er tikin um ikki at halda grindini til. Politiið hevur eingi boð fingið um tað.