Hava funnið vraklutir av F-35 stríðsflogfarinum

Íbúgvar eru bidnir um at halda seg burtur úr økinum, meðan vrakið av flogfarinum verður tryggjað.

Vraklutir av F-35 jagaraflogfarinum, sum hvarv og datt niður í amerikanska statinum, South Carolina, eru nú funnir. 

 

- Lutirnir eru funnin í Williamsburg-fylkinum, sum liggur í ein landnyrðingeystan úr støðini, haðan flogfarið fór avstað.

 

Íbúgvar eru bidnir um at halda seg burtur úr økinum, meðan vrakið av flogfarinum verður tryggjað.

 

Flogskiparin megnaði at skjóta seg út úr flogfarinum, og hann varð funnin í øllum góðum seinnapartin sunnudagin.

 

- Óhappið verður kannað, og vit kunnu ikki siga meira um smálutirnar við atliti til kanningarnar, verður sagt á deildini, sum flogfarið hoyrir undir.

 

Deildin hevur steðgað allari flúgving í tveir dagar eftir tilburðin, har flogskiparin sá seg noyddan at skjóta seg út úr F-35 jagaraflogfarinum.

 

- F-35 er stríðsflogfarið, sum er komið ístaðin fyri F-16, sigur tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.