Hava gjørt heimsins størstu fríhandilsavtalu

15 lond hava gjørt fríhandilsavtalu, sum er tann størsta, tá mált verður í BTÚ

15 lond í Fjareystri og í Kyrrahavinum hava í dag undirskrivað heimsins størstu fríhandilsavtalu, tá ið mált verður í bruttutjóðarúrtøku (BTÚ).

Tað skrivar Reuters

Kina, Australia, Japan og Suðurkorea eru millum londini, ið eru við í avtaluni, sum verður kallað Regional Comprehensive Economic Partnership (RCEP) og varð undirskrivað umvegis internet-fund, sum varð hildin út Hanoi í Vietnam.

Fríhandilsavtalan verður mett sum ein stórur sigur fyri Kina, tí nú fær landið møguleikan at økja sína ávirkan í økinum. Kina kann nú staðfesta sína støðu sum fremsti handilspartur hjá londunum í Fjareystri, Japan og Suðurkorea. Kina hevur gingið undan at gera handilsavtaluna, sum samráðingar hava verið um siðani 2012.

Fram til 2017 var USA við í samráðingunum um líknandi fríhandilsavtalu, Trans Pacific Partnership (TPP), men USA valdi at taka seg burtur úr tí ætlaða samstarvinum.

Tað merkir, at USA, sum hevur heimsins størta búskap, ikki er við í tveimum týðandi handilsavtalum í skjótast vaksandi búskaparøki í heiminum. Reuters skrivar, at serliga Kina fer at fáa fyrimun av hesum.