Samstarv
Avtalan snýr seg um at styrkja samstarvið um eitt nú lønarviðurskifti og setanartreytir, bæði fyri føroyskar navigatørar og danskar skipsyvirmenn, sum sigla hjá donskum og føroyskum reiðaríum.
Við avtaluni ynskja feløgini at hava eina ávísa ávirkan á, hvussu lóggivið verður á økinum, og hvussu umsitingin av sjóferðsluni er. Endamálið er, at áhugamálini hjá føroyskum navigatørum, sum sigla hjá donskum reiðaríum og innan donsku DIS-skipanina verða røkt á besta hátt.
Ætlanin við avtaluni er eisini, at føroysku limirnir í Søfartens Ledere, sum búgva í Føroyum, skulu fáa eina betri tænastu, sum aftur skal stuðla undir samanhaldið millum allar føroyskar navigatørar og skipsyvirmenn.
Breitt samstarv
Avtalan, sum feløgini undirskrivaðu í morgun í hølunum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, fevnir annars um 11 punktir, ið snúgva seg um ymisk viðurskifti, sum feløgini saman vilja virka fyri og miðja eftir.
Í fyrsta punkti verður sagt, at FSN og SL varðveita og virða sáttmálaøkini hjá hvørjum øðrum, men eru samd um at fara undir samstarv í sambandi við samráðingar á økjum, har hugsandi er, at hetta tænir sínum endamáli.
Feløgini vilja virka fyri at økja um limatalið í báðum feløgunum, og tey vilja eisini samstarva innan útbúgving og eftirútbúgving til sjóferðsluna.
Eitt, sum eisini verður lagt upp til í avtaluni, er, at veksa um tilgongina til vinnugreinina og soleiðis økja um felags grundarlagið.
Tey vilja virka fyri, at so nógvir navigatørar sum gjørligt gerast limir í Søfartens Ledere og í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Feløgini eru eisini samd um, at limir í SL, sum búgva í Føroyum ella hava ætlanir um at flyta til Føroya at búgva, kunnu søkja hjálp og ráðgeving hjá FSN í sambandi við føroyska lóggávu.
Sama kunnu limir í FSN, sum eru búsitandi í Danmark ella sum hava ætlanir um at flyta til Danmarkar at búgva, søkja sær hjálp og ráðgeving hjá Søfartens Ledere.
Um lóggeving
Sum partur av sínum dagliga arbeiði, fylgir Føroya Skipara-og Navigatørfelag eisini við føroyskari lóggeving og umsiting, tá ræður um føroyskar skipsyvirmenn, sum hava starv umborð á donskum og útlendskum skipum.
Tá munandi lógarbroytingar fara fram á økinum, fer FSN at upplýsa SL um hesar, og tá talan er um hoyringar í sambandi við broytingar, kann FSN eisini biðja SL um íkast.
Í avtaluni stendur, at SL kann læna hølir frá Føroya Skipara-og Navigatørfelag til eitt nú limafundir í Føroyum, og partarnir miðja eisini eftir at menna samstarvið innan samskifti, limabløð og heimasíður.
Tá mett verður, at avtalan fer at kosta Føroya Skipara-og Navigatørfelag nakrar krónur meira, enn hon fer at kosta Søfartens Ledere, eru partarnir samdir um, at SL rindar FSN eitt árligt gjald á 50.000 krónur, sum annars verður eftirmett einaferð um árið.
Teir, sum undirskrivaðu avtaluna í morgun, vóru formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus og formaðurin í Søfartens Leders, Peer Bøje Brandenborg, sum annars hevur føroyska konu.