Hava verið effektivir

Símun Eliasen var sjálvandi ovurfegin eftir enn eitt gullmerki. Hesaferð stóð verjuleikarin enntá sum match-vinnari

fótbóltsprát

Á pappírinum varð sigursmálið hjá HB sunnudagin skrásett sum sjálvmál, men hóast hetta, so mundi Símun Eliasen kenna seg eiga ein part av hesum. Sjálvur greiddi verjuleikarin soleiðis frá, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.
- Skal eg vera erligur, so var málið kanska eitt sindur tilvildarligt. Kári fekk bóltin eftir hornaspark, men fekk ikki rættiliga skot á. Eg royndi meg so við høgru skoytu, og so var eg heppin, tá Allan snittar bóltin upp um egnan málverja.
Soleiðis greiddi Símun Eliasen eftir dystin sunnudagin frá málinum, sum endaliga vissaði HB meistaraheitið triðja árið á rað.
Og tað er einki at ivast í, at talan hesaferð er um eitt tað tryggasta meistaraheitið, sum yvir høvur er vunnið í føroyskum mansfótbólti. Ellivu stig eru niður til næsta liðið, nú trý umfør eru eftir at spæla, og tað bendir í øllum førum á stóran styrkismun. Men hevur HB eisini verið somikið nógv betri enn hini liðini í ár?
- Vit hava í øllum førum havt tann breiðasta hópin, og tað hevur havt nógv at siga. Hartil haldi eg, at vit í ár hava spælt sera effektivt. Vit ansa eftir, at vit ikki missa nakrar býttar bóltar í uppspælinum, sum hini kunnu revsa, og so hava vit sjálvandi eisini havt nakrar leikarar, sum eru førir fyri at skjóta málini, staðfesti Símun Eliasen at enda.