Pætur Albinus
Í fyrsta lagi sigur Eyyub Keten, at Kim Roest ringdi og var í øðini og eitt nú nýtti óviðkvæmisorð. Hesum vísir Kim Roest aftur.
- Nei, tað hevði eg ikki funnið upp á at gjørt. Ert tú svakur, spyr Kim.
Vit spurdu hann, um tað passar, at hann hevur sent Eyyub eini sms-boð, har hann kallaði hann fyri eitt svín.
- Eg havi ikki so frætt sum tað føroyska nummarið hjá teimum, so nei. Tað man hava verið onkur annar, sigur hann.
Undir samrøðuni vísti Eyyub Keten undirritaða sms-boðini, sum hann hevur givið okkum eitt avrit av.
albinus@sosialurin.fo